Tað eru ikki øll líka fegin um at spanski supercuppurin næstu trý árini skal leikast í einum landi, sum Amnesty roknar sum eitt av teimum mest brutalu í heiminum.
Men spanska fótbóltssambandið kunngjørdi tíðindini í gjár, skrivar NRK.
Í kappingini verða fýra lið, og dystirnir verða leiktir í Jeddah frá 8. til 12. januar. Barcelona skal leika móti Atlético Madrid og Real Madrid móti Valencia í semifinalunum.
Tað er ikki alment kent hvussu nógvar pengar feløgini fáa frá Saudi-Arabia. Men sambært sportsavísini Marca er talan um 120 milliónir evrur. Partur av hesi upphæddini skal brúkast til kvinnufótbólt og amatørfótbólt, verður sagt í tíðindaskrivinum frá fótbóltssambandinum.
Avtalan krevur eisini at kvinnur hava atgongd til allar dystirnar, sum var bannað í Saudi-Arabia fram til 2017, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo