Løgreglan í Spania hevur lagt hald á 1,8 tons metamfetamin sum Sinaloa-kartellið í Meksiko royndi at fáa inn í Europa.
– Hetta er størsta nøgd sum tikin er í Spania og næststørsta í Europa. Millum tiknu persónarnar er ein meksikanskur ríkisborgari sum hevur samband við Sinaloa-kartellið, sigur løgreglan sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo