Tá árið rennur út, fara vit til jólaborðhald. Heima ella úti, til arbeiðs ella millum vinir. Í mínum ungdómi var ikki vanligt við jólaborðhaldi av tí slagnum, sum danskar fólkakomediur hava lært okkum.
Fyrstu ferð eg minnist eitt jólaborðhald var á Býarbókasavninum í 1978.
Bókavørðar høvdu útbúgving og starvsroyndir úr Danmark, so haðani kendu tey siðvenjuna og bóru hana heim við sær til Føroya. Soleiðis hevur helst verið kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo