Síðstu nátt boðaðu fólk í Havn politinum frá, at tey høvdu sæð fleiri neyðrakettir.
At síggja til, vórðu rakettirnar, einar fýra ella fimm í tali, skotnar upp onkustaðni í býnum.
Politiið kannaði málið, men fann ikki fram til tann ella tey sum høvdu skotið rakettirnar upp.
Tað er bannað at skjóta neyðrakettir upp, tá ein ikki er í neyð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo