Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað var á Vaglinum við Gamla Meinigheitshúsið ein dag í mai 2021. Signingin hevur fylgt mær líka síðan. Talan var hvørki um orðsins boðberar í prestakjóla, klædningi ella mótaklæðum. Tað ytra var sjónliga viðtikið. Tað innara lívsjáttandi livandi.

Løtan var ektað, tí miðdepilin var uttanfyri okkum, ið hittust á máli. Tað stóra og stórbæra var tignarliga umtalað. Tá ið vit seta okkum sjálv í miðdepilin, varir gleðin valla allan dagin. Miðdepilin er altíð størri enn tann einstaki, tí menniskjan megnar ikki at rúma øll og alt samstundis.

Kristindómur er at lata Jesus Kristus vera miðdepilin í lívi, hugsan og medferð. Tað er hóskiligt og sømiligt, at vit fylgja í fótasporum Meistarans. Tað er kveikjandi og mennandi fyri sál hins einstaka, um vit lata ljós heimsins skína á onnur og leska tey við lívsins vatni. Ljós heimsins og lívsins vatn møtast í Jesusi.

Vælgerandi var signingin, ið lýst varð yvir mín kropp úti á alfaravegi. Hevði verið á fundi saman við prestunum á Hotel Hafnia. Gekk heimaftur niðan eftir Áarvegnum. Glaður um og vælnøgdur við dagin saman við starvsbrøðrum og systrum.

Alt var gott, hóast vit í stakførum vóru ymisk á máli. Maðurin í miðjuni – frelsarin Jesus – gevur okkum rúm og fríøki at vera tey, ið vit eru. Eitt í Jesusi Kristi, ikki eins!

Tá ið Jesus er miðdepilin, staðfestir hann einleikan millum brøður og systrar hóast sjónlig frábrigdi. Ein ovurstór gleði at hava fingið hetta opinberað og staðfest.

Gekk í egnum tonkum burturi í hugans heimi. Brádliga ber ein rødd mær eina blídliga heilsan: “Góðan dag, biskupur, tú spákar tær ein túr í góðveðrinum.”

Í skugganum við rygginum móti Gamla Meinigheitshúsinum sótu tríggir menn. Teir kendu meg og heilsaðu, hóast undirritaði var fráverandi.

Harmiligt at ganga mitt í býnum og dvølja við seg sjálvan og sítt smala málsøki. At samvitskan var ring er ov mikið sagt, tí tað er einans partvíst satt. Hugsi, at vit eru fleiri, ið dagliga koppseta hjartað, so ringa samvitskan ikki fær høvdið fyri seg.

Steðgaði eyðvitað á og heilsaði teimum trimum monnunum, ið sótu á beinkinum við rygginum móti húsavegginum. Segði nøkur blídlig orð. Vit duga av handahógvi at bera okkum høviskliga at. Tó, tað er mikið betur, um hjartað er við, og orðini eru fylt við menniskjansligari nærveru, anda og kraft.

“Nú sita tit og hugna tykkum í dýrdarveðri, nú sólin stendur hægst á himlinum.” Orðini flutu væl, og tey vóru væl meint. Hóast tikin úr egnum tonkum gagnar tað, um vit lata tað góðu hugsanina hava yvirvág í samskiftinum millum manna.

Tað eydnaðist hesaferð at skapa hita í samskiftinum. Langt frá altíð eru vit heppin í okkara útsøgnum. Tað er komið fyri, at orðini køvdu gleðina og órógvaðu ljósið. Tær løturnar og dagarnar aftaná fánar gleðin, og lívið er gongd í mótbrekku.

“Nei, biskupur! Vit sita ikki í sólini. Vit sita í skugganum, har sólin ikki sær. Vit liva á skuggasíðu lívsins. Tað sært tú sjálvur.”

Nú ráddi um vísdóm og umhugsni til tess ikki at vera fordømandi. Tað sjáldsama hendi, at einki var sagt eina góða løtu. Nærleikin í tøgn bjargaði støðuni. Tilveran er altíð størri enn orð. Onkuntíð eru orðini forloysandi, aðrar tíðir gera tey størri skaða enn gagn.

“Hvat heldur tú, biskupur! Kann lívsins ljós røkka teimum, ið sita í skugganum og liva á lívsins skuggasíðu?”

Nú vóru onnur fólk steðgað á, og vit vóru fleiri enn fýra. Mær dámdi illa at gera løtuna andaliga, tað hevur sjáldan jaligar fylgir. Vit kristnu eiga at vera andalig, men ikki gera okkum andalig.

Var heppin, tí óneyðugt var at svara. Av beinkinum var sagt: “Man lívsins ljós røkka okkum, ið sita í skugganum? Vóru tað ikki tey, ið sótu í myrkri, sum skuldu síggja eitt ljós? Tað ljósið er Jesus!”

Enn fleiri fólk vóru steðgað. Hesi fólkini starvaðust onkrastaðni í sosiala geiranum. Rundaði hóvliga samtaluna av og ynskti monnum á beinkinum ein signaðan dag.

Tá reisist tann eini maðurin og rætti mær hondina. Vit góvu hvør øðrum hondina, og hjartalagið vann á óttanum fyri Covid-19. Nøkur føgur orð vórðu søgd um tænastuna í kirkjuni. Tey vóru fløvandi, hóast ávísa skuldarkenslu. Tað vóru jú teir, ið sóu meg og tóku stig til samtaluna.

Tað var kensluborið, tá ið signingin var lýst av einum, ið segði seg liva á skuggasíðu lívsins.

“Jesus fylgi tær, biskupur!”

Og svarað var: “Jesus veri eftir hjá tykkum!”

Signingin á Vaglinum fylgir mær sum ein lívgandi fylgisveinur. Hon var enntá tað berandi lívsgrundarlagið, tá ið sálarmyrkur vitjaði ein av mínum. Signingin í Jesu navni. Amen.

Orðið: “Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi.” (Jasaja 9,2).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo