Filmsfelagið: Mikudagin vísir Filmsfelagið nýggja danska filmin, ”Idioten”. Her fáa vit innlit í sjáldsomu søguna um Tobias og Cille, sum í Útjaðaradanmark standa fyri nýggjum avbjóðingum.
Cille er uppá vegin, og Tobias er sannførdur um, at hann skal verða sjónleikari, tí hann vil undirhalda og skapa gleði, har hann kemur og fer. Men dreymatilveran teirra millum er hvørki løtt at finna ella liva, tá øll, ið eru uttan um tey, alla tíðina tykjast forða teimum í at lata felags dreymarnar ganga út.
”Idioten” er ein nærverandi nútíðarsøga úr gerandislívinum, sum fer fram á bygd í Danmark. Vit møta fólki og verða førd inn í umhvørvi, sum neyvan áður hava verið lýst í donskum spælifilmi. Við sannførandi leikaraavrikum, sum eru so veruleikakend, at tey raka áskoðaran dygt og hart.
Nýggi filmsummælarin í Weekendavísini, Lasse Winther Jensen, sigur: ”Det her er en af årets stærkeste danske film.”
Leikstjóri er Kasper Rune Larsen (f.1986), sum fyrstu ferð var frammi við sosialrealistiska filminum ”Danmark” í 2017, har rithøvundurin Jacob Skyggebjerg hevði ein týðandi leiklut. Í nýggja filminum, ”Idioten”, sæst hann í leiklutinum sum Tobias.
Filmsfelagið 18/10 kl 20:00 Idioten (Kasper Rune Larsen, Danmark 2023 93 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo