Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sambandi við átalu og tilmælir frá løgtingsins umboðsmanni um freistir fyri eftirlitsvitjanir og barnasamrøður, vil Sosialráðgevarafelagið vísa kommunum á, at málstalið hjá sosialráðgevunum í ov stóran mun er ov høgt.

Løgtingsins umboðsmaður kom í síðstu viku við átalu til barnaverndartænastunar viðvíkjandi samrøðum við barnið, sambært § 16 í lóg um barnavernd. Umframt hevur løgtingsins umboðsmaður eina røð av tilmælum til barnaverndartænasturnar viðvíkjandi eftirlitsvitjanum.

Sosialráðgevararnir ynskja ikki at kasta ábyrgd frá sær, men vilja staðiliga vísa á ta stóru arbeiðsbyrðu og nøgd av málum, sum fleiri av sosialráðgevarunum sita við. Hetta er sera álvarsligt, og tað mugu kommunurnar taka ábyrgd fyri og gera nakað við.

Sambært vegleiðingini hjá danska sosialráðgevarafelagnum, eiga sosialráðgevar í barnaverndartænastunum ikki at hava fleiri enn 20 – 30 mál, alt eftir tyngdini av málunum. Í nógvum førum er hetta talið væl hægri í Føroyum. Talan er um trupul mál, við ella uttan samtykki, ið eru serstakliga arbeiðskrevjandi, og har stór krøv verða sett til førleika og tíð til at samstarva við onnur, bæði foreldur, stovnar og myndugleikar.

Sambært barnarættindarsáttmálanum hava børn rætt til at vera hoyrd viðvíkjandi øllum viðurskiftum í samband við, at tey eru sett heiman. Hetta er nakað sum allir sosialráðgevarar meta sera týdningarmikið og fakliga standa inni fyri.

Fyri at tað kann lata seg gera er sjálvsagt neyðugt at normeringin er til tað, og í síðsta enda eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgd fyri, at umstøðurnar hjá barnaverndartænastunum eru so mikið góðar, at sosialráðgevararnir kunnu gera sítt arbeiði til lítar, og harvið kunnu yvirhalda barnaverndarlógina.

Sosialráðgevarafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo