Sørvágs kommuna samtykti á bygdaráðsfundi 23. januar 2019 at keypa nýggjar bátabrúgvar frá S.J.H Commercial Divers. Talan er um at skifta uttasta partin av brúgvunum. Hesin parturin er 80 metrar.
Ætlanin er at byrja at leggja brúgvarnar síðst í mai/ fyrst í juni, og væntandi tekur arbeiðið ein góðan mánað.
Í Føroyum hava flotbrúgvar altíð verið ankraðar við ketum, men Sørvágs kommuna hevur, sum fyrsta kommunan í Føroyum, valt eina nýggja ankringsskipan, ið kallast Seaflex.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo