Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í sambandi við Savnsfagnaðin í Vágum hevur Sørvág Bygdasavn opið leygardagin 21. og  sunnudagin 22. apríl.

Høvuðsdenturin hjá savninum er varðveitlsa og at goyma áhugaverdar og varðveitnigarverdar lutir frá forfedrunum til eftirkomararnar at síggja og læra um.

Høvussavningin av lutum, eru búnýti og alt slag av reiðskapi frá fornum tíðum, brúktir við hús, í bøi, haga, bjørgum og til útróður. Annars eigur savnið eisini rættuliga fitt av lutum, bæði reiðskap og búnýti frá seinastu øld. Umframt mangt annað áhugavert. Skrásettir eru um 750 ymiskir lutir, allir standa tó ikki frammi í senn.

Savnið eigur eisini eitt stórt myndasavn við gomlum myndum úr Sørvági, og bygdunum í Sørvágs kommunu. Skrásettar eru um 16.000 myndir. Eitt úrval, um 6.900 myndir, liggja úti á Facebook, á síðuni, “Myndir úr Sørvági – Sørvágs Bygdarsavn”.

Sørvágs Bygdarsavn varð sett á stovn í 1962, har høvuðsstigtakarin var Jóhan á Ørg, sáli. Upp til 1985 helt savnið til á loftinum í gamla elverkinum í Sørvági, sum nú er kommunuskrivstova. Síðan flutti savnið út á Bakkaveg 11 og helt til í leigagum hølum har upp til 2014. Tað árið flutti Sørvágs Bygdarsavn inn í egin hús á Ovaravegi 23 í Sørvági, í samstarvi við Sørvágs kommunu.

Sørvágs Bygdasavn er opið:

Leygardagin 21. Apríl frá kl 14,00 til kl 17,00 og 

Sunnudagin 22. Apríl frá kl 14,00 til kl 17,00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo