Tað er við sorgblídni eg
síggi teg fyri mær sum barn á Oyrasundi
Hyggur upp á meg við
stórum bláum eygum og gyltum hári
vakrasta barn eg nakrantið sá
Vilt vísa mær lívið - eg síggi tað ikki
Tokan er ikki lættað eftir lagnuárið enn
Eitt lív var tikið – eitt lív borið í heim
Fylgurnar frá fortíðini spøkja enn
Ymiskt er hvussu menniskjan reagerar
Tá ið lívið gerst ov hart
Tá ið tað brádliga verður høgt av
Kann tað følast sum ein eyka byra
Nøkur fáa alt út tað fyrstu tíðina
Onnur lagra tað niður í langa tíð
Felags er at vit goyma tey í hjartanum
Stóru bláu eyguni og ljósa hárið eru tað sama
Nú ert tú vorin mamma – og eg eri omma
Og eigi nú tær dýrabærastu perlur eg nakrantíð sá.
Annaelisabeth Hansdóttir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo