Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Sophie Løhde, danska innlendis- og heilsumálaráðfrúa, hevur vitjað í Føroyum í vikuni. Í gjár var Sophie Løhde á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Margit Stórá og Sophie Løhde umrøddu fleiri viðkomandi mál á fundinum. Eitt nú var málið um PKU-kort á skránni. Landsstýriskvinnan fegnast um, at tilgongdin at fáa øll føroysku PKU-kortini til Føroya er byrjað.  Fyrsta sendingin við PKU kortum kom til Føroya í síðstu viku.

Margit Stórá kunnaði um, at ætlanin er at fara undir fyrireikingar at yvirtaka landslæknaembætið. Talan er um eitt víðfevnandi arbeiði, sum krevur nágreiniligar lýsingar og væntandi fleiri avtalur um samstarv innan økið millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Onnur mál, sum vórðu umrødd, og sum ráðfrúurnar vórðu samdar um at arbeiða víðari við, vóru sjúkraflutningur í sambandi við álvarsligar smittur (t.d. ebola), útbúgvingar av serlæknum í Sjúkrahúsverkinum í Føroyum og veitingar av verndarútgerð í sambandi við tilbúgvingar.

Eftir fundin í Heilsumálaráðnum skipaði Sjúkrahúsverkið fyri rundsýning í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, har Sophie Løhde fekk høvi at síggja nýggja framkomna sjúkrahúsbygningin. Seinnapartin vitjaðu Sophie Løhde og Margit Stórá framleiðsluna hjá Apoteksverkinum. Landsapotekarin greiddi frá, hvussu Apoteksverkið í Føroyum er skipað, og hevði eina rundvísing fyri teimum í framleiðsluni.

Myndirnar eru frá vitjanini í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo