Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sonni er royndur kúlulyftari og vann í 2016 einki minni enn heimsmeistaraheitið fyri amatørar. Í 2018 bleiv hann evropameistarari í pro-bólkinum. Við HM í 2019 vann hann bronsu í pro-bólkinum. Nú vann hann so aftur EM-gull í pro-bólkinum. Sonni hevur eisini vunnið World Cup-kappingar og Cup of Scandinavia (NM) fyri bæði pro og amatør. Í amatør viga kúlurnar 24 kilo hvør, meðan tær í pro viga 32 kilo.

Fram til hesa kappingina var Sonni í heilt góðari venjing. Hann venur í Fullpower í Klaksvík, sum hýsir nógvum kúlulyftarum. Vikuskiftið fyri kappingina fekk Sonni tó krím og høgan fepur. Allíkavæl kendist venjingin mánadagin væl, og vónirnar vóru tí góðar. Kappast varð í long-cycle, og fyrstu 5 minuttirnir við 2x32 kilo tungum kúlum gingu sum ætlað. Men so misti Sonni fyri fyrstu ferði í trý ár takið í høgru hond, og rytman fór.

Komin upp á 8 minuttir noyddist hann at seta kúlurnar niður áðrenn tíð fyri fyrstu ferð nakrantíð. Úrslitið varð 34 lyft upp um høvd. Persónliga metið er 49 lyft. Málið er at koma væl uppum 50 lyft. Undir venjing hevur Sonni lyft 52 ferðir. Við 2x24 kilo kúlum er besta úrslit í kapping 92 lyft og undir venjing 102.

Korona avmarkaði hesaferð talið av luttakarum, og Sonni var tí einsamallur í upp til 68 kilo bólkinum. Vanliga kappast hann ímóti m.a. italienarum, ukreinum og svenskarum. Umstøðurnar til kappingina vóru tó framúr. Lyft varð í eini ítróttarhøll av seks hallum í eini marghøll við svimjihyli, kropsvenjing, stavbólti og stríðsítróttarvølli.

Í kúlulyfting verður oftast kappast í long-cycle, eisini nevnt clean and jerk ella stoyt eins og í vektlyfting. Lyftar verða tá tvær kúlur, ein í hvørji hond, so ofta upp frá strektum armum upp á bringuna og síðani upp um høvd so ofta sum gjørligt í 10 minuttir. Ikki er loyvt at seta kúlurnar niður. Aðrar kappingar eru snatch og biathlon.

Kúlulyfting/kettlebell er gomul ítróttargrein, sum er í stórari framgongd. Í Russlandi er ítróttargreinin tjóðarítrótt. Í Føroyum er kúlulyfting partur av Føroya Styrkisambandi, sum Sonni umboðaði í Svøríki. Nýkosni meistarin hevur bara gott at bera altjóða umhvørvinum. Luttakarar, fyriskiparar og áskoðarar eru øll sera fyrikomandi, og knýtt eru vinarbond tvørtur um landamørk, átrúnað og politiska áskoðan.

Næsta stóra kapping hjá Sonna er HM í Porto komandi ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo