Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eirikur Lindenskov hevur onga orsøk at vera firtin ella bangin í oddagreinini seinast, at Sonja Jógvansdóttir einaferð enn hevur livað upp til síni vallyfti og leiklut sum floksins slóðari og nú aftur dregur alla samgonguna aftan á sær í LGBT-málinum.

Nú má Javnaðarflokkurin fata tíðarandan og fylgja Sonju í síni stremban eftir at gera allar føroyingar kynsfríar, so vit røkka floksins stavnhaldi um at tryggja øllum føroyingum frælsi og javnað - eisini í kynsmálum.

Vit vilja vera kynsliga óheft.

Øll tingfólk hjá Javnaði-, Tjóðveldi og Framsókn (og Edmund og Laksáfoss) atkvøddu fyri, tá vit tvingaðu Fólkakirkjuna at droppa hjúnalagssigningina. 

Vit gjørdu hjúnabandið kynsneutralt.

Tað er størsta (einasta?) avrik hjá samgonguni higartil.

Tað er ein sjálvsagdur mannarættur at loyva øllum at giftast við tí, tey elska. 

Nú er ikki at skelva á hondum, tá ið vit taka næsta stig til at tryggja mannarættin, at okkara brøður og systrar, ið ikki vilja verða fongslað í sínum biologiska kroppi, sleppa at velja sítt egna kyn frá blaðungum aldri av, í tráð við sínar kenslur, og vilja realisera seg sjálv kynsliga og sosialt.

Kyn er jú sosialt og ikki biologiskt.

Í hvussu er kvinnurnar á løgtingi (uttan Mercedes kanska) skilja stríðið hjá LGBT-rørsluni, ið Sonja stríðist fyri.

Eisini menn eiga at síggja Sonju sum undangongukvinnu fram móti kynsfrælsinum.

Hon hevur bein í nøsini.

Kristianna Winther Poulsen skilti tað, tá ið hon skifti flokk frá tí kvinnu-foba Nýggja Sjálvstýri.

Katrin Kalsberg flutti (hóast eftirnavnið) úr Fólkaflokkinum í Tjóðveldi og sigur seg nú alment vilja stuðla Sonju til kynsloysi.

Tingfólk hjá Tjóðveldi og floksins veljarar fylgja Sonju.

Hon er okkara Jeanne D’Arc, sum franska tjóðarhetjan, ið katólska kirkjan brendi á báli, men seinni gjørdi til halgimenni.

Vit vænta, at Ruth Vang og Hanna Jensen eisini hesaferð fylkjast um Sonju og stuðla mannaættini við at samtykkja “maka 1, maka 2” lógina, til øll menniskju eru loyst frá siðbundnum fordómum á kynsøkinum.

Kropsneutralitetur er eitt fólkakrav.

Helst er Eirikur Lindenskov bangin fyri, at nakrir javnaðarveljarar ikki fata, hvat framtíðin bjóðar.

Tey kunna atkvøða fyri Tjóðveldi ella Framsókn ístaðin, har LGBT-málið hevur fullan stuðul.

Eirikur Lindenskov undirmetir helst stríðsandan í Føroya fólki.

Sirið Stenberg skilir hann.

Sosialismunnar pennaførari á Sosialinum skal hava fult álit á allari samgonguni, at tey stríðast fyri mannarættindum - eisini á kynsøkinum.

Helmið ikki í, men koyrið á.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo