Tórshavnar kommuna: Dagstovnurin í Hoyvík hevði í dag lítla samkomu fyri Sonju Bærentsen, nú hon hevði sín seinasta arbeiðsdag á stovninum.
Sonja hevði sín fyrsta arbeiðsdag á stovninum longu tann 16. august í 1984. Tá so kommunan seinni yvirtók stovnin, so fylgdi hon við.
Borgarstjórin segði nøkur orð í morgun og helt fyri, at altíð hevur Sonja verið fitt, fyrikomandi og prátingarsom. Og eingin hevur nakrantíð hoyrt eitt einasta neiligt orð frá henni. Altíð jalig og altíð við tí góða orðinum.
Borgarstjórin vísti eisini á, at Sonja trúliga hevur møtt til arbeiðis hvønn einasta dag - og bara spurt um ein ella tveir dagar frí um árið í samband við slaktið.
Og tað helt borgarstjórin vera ein mannarætt - hetta at fáa stundir at taka slaktið upp – tí tá tekur borgarstjórin eisini frí!
- Her vita øll, hvør Sonja er. Tá ið børnini ikki taka upp eftir sær, so verða tey mint á, at Sonja ikki kann vaska, tá ið stivlar, jakkar og annað liggur á gólvinum.
- Og eg skilji, at bæði børn, starvsfólk og foreldur hava sett stóran prís uppá, hvussu trúføst tú hevur verið.
- Tað er helst óneyðugt at nevna, hvussu ómetaliga stóran týdning reinførið hevur á einum tílíkum stovni – kanska serliga hesi seinastu tvey árini, nú korona hevur herjað allar kommunalar stovnar.
- Í Tórshavnar kommunu undirmeta vit aldrin, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Vit elska álítandi fólk við drúgvum royndum, sum vita og duga alt.
- Tú hevur elskað títt arbeiði, men tað verður saknur í tær. Hinvegin, so hevur tú væl og virðiliga gjørt tína skyldu og tikið títt tørn, so tað skal vera tær væl unt, at tú nú sleppur at taka tær av løttum.
- So eg fari at takka tær hjartaliga fyri tíðina og ynskja tær alt tað besta, nú tú velir at leggja frá tær, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo