Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Listasavn Føroya: Stýri fyri Listasavn Føroya hevur sett Solveig Hanusardóttir Olsen í starv sum nýggjur stjóri. Solveig er cand.mag í religiónssøgu við hjánámi í kuratering og mentanararvi frá Københavns Universitet.  Hartil hevur hon ein master í listasøgu - MA History and Philosophy of Art – frá University of Kent. Hon hevur eisini eina diplomútbúgving í leiðslu frá Glasi og hjánám í føroyskum frá Fróðskapasetri Føroya.

Solveig sigur: “Komandi árini fara at vera avbjóðandi og spennandi fyri savnið við umfatandi umbygging, dagføring og útbygging, samstundis sum, at høvuðsuppgávan hjá savninum at seta myndlist á breddan, skal røkjast. Søgan hjá Listasavni Føroya er hevdbundin, og við virðing fyri hesum skal tjóðlistasavnið mennast við hugtakandi framsýningum, nýhugsandi verkætlanum, vitanardeiling og tiltøkum. Listasavn Føroya er ein miðdepil fyri føroyska myndlist, og við nýggju karmunum fer savnið at kunna bjóða Føroya fólki og myndlistini fjølbroyttari og samtíðarhóskandi umstøður. Hetta vil eg fegin seta í verk saman við starvsfólkunum á savninum.” Hon heldur fram: “Broytingarnar komandi árini hava nógv nýtt virksemi við sær, ið tey, sum eru knýtt at savninum, skulu menna sum eitt toymi, umframt at endurhugsa tilboðini og framsýningarnar, sum eru í dag.”

Solveig er ikki eitt nýtt andlit á Listasavni Føroya. Hon hevur verið knýtt at savninum í fleiri umførum síðani 2014, m.a. í tíðarskeiðinum 2016 – 2023 sum savnsvørður, har hon eitt nú miðlaði list við framsýningum, greinum, fyrilestrum og á annan hátt. Hon varaði av føstu framsýningini, serframsýningum og samskipaði alt arbeiðið. Harumframt er hon limur í ymiskum nevndum, stýrum og arbeiðsbólkum, harímillum umboðar hon Føroyar í nevndini hjá Norðurlandaráðnum, sum varðar av Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, frá 2023 og fram.

Solveig tekur við starvinum 1. juli 2024

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo