Hjá summum er tað ikki nakar trupulleiki at arbeiða heimanífrá, men sambært teimum ráðum sum nú koma undir koronakreppuni, so tola ikki øll at skula sita heima við hús og arbeiða.
Ein persónur sum VP hevur spurt, og sum ikki leggur í at verða nevndur, sigur tað bart út, at viðkomandi ongantíð hevur fingið so nógv burturúr sum seinastu dagarnar í sóttahaldi.
- 75 prosent av tíðini á arbeiðsplássinum fara til fjant og fjas, sigur viðkomandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo