Dagurin í morgin verður eins og í dag merktur av høgætt og ælaveðri fyrrapart, men so slítur í og tað verður turt, hitin um seks stig í morgin.
Týsdagin fyrst útnyrðingur, seinni vestan og vindurin minkar burtur í onki, turt og onkur sólglotti og tað verður spakuliga lýggjari, um 8 stig.
Mikudagin sær sólin, ein ond vestaneftir og hitin um 10 stig.
Hósdagin er hann farin yvir í eystan og landsynning, sólin sær og hitin um 10 stig.
Fríggjadagurin verður góður við nógvari sól, eitt gul av landnyrðingi og hitin um 10 stig ella nakað meira.
Næsta vikuskifti fer at regna illa, serliga leygardagin, hann veksur vindin upp í ein strúk av útnyrðingi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo