Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin minkar hann sum frálíður vindin av landsynningi. Regn fyrrapartin, hitin millum 4 og 6 stig.

Týsdagin bert lítil vindur av ymsum ættum, kanska mest av lágætt, okkurt æli og hitin upp í 7 stig.

Mikudagin frískar hann vindin høgt og tað verður kaldari, niður ímóti frostmarkinum. Okkurt æli, kanska sum kavi.

Hósdagin verður ættin útnyrðingur, strúkur í vindi, hitin um 2-3 stig og okkurt æli, kanska sum kavi ella vátaslettingur.

Fríggjadagin, nýggjársaftan, verður turt og kalt, um frostmarkið. Fyrst strúkur í vindi høgt, sum frálíður minkar vindurin og tá komið er út ímóti midnátt er mestsum stilli.

Næsta vikuskifti verður tó sum frálíður fitt av vindi, serliga sunnudagin, av eysturætt. Tað byrjar við kulda, um frostmarkið, men verður so nakað lýggjari, um eini 4 stig og okkurt kava ella vátaslettingsæli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo