FSF: Hóskvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá monnum. Dystirnir verða spældir mikudagin 8. og hósdagin 9. mai.
Tey sjey liðini, ið komu víðari úr 1. umfari, eru TB, Víkingur, HB, AB, B68, EB/Streymur og B36. Áttandi liðið í kappingini er NSÍ, sum eftir lutakast slapp beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.
Hesaferð var tað Jann Ingi Petersen, sum tók sær av lutakastinum, ið varð avgreitt á Svangaskarði á Toftum, har B68 fyrr á degnum spældi seg víðari í steypakappingini eftir ein tepran 1-0 sigur á ÍF.
Fjórðingsfinalur
Víkingur – AB (8. mai kl. 18:00)
TB – B68 (9. mai kl. 14:00)
B36 – NSÍ (9. mai kl. 15:00)
EB/Streymur – HB (9. mai kl. 16:00)
Sum lutakastið til fjórðingsfinalurnar háttaði seg, er neyðugt við broytingum í leikskránni í Betrideildini og í 1. deild hjá monnum.
Dystirnir í Betrideildini millum NSÍ og 07 Vestur, og Skála og HB er fluttir til mánadagin 13. mai, og meðan dysturin millum B68 og ÍF er fluttur til týsdagin 14. mai.
Í 1. deild er talan um dystirnar millum TB og HB, og AB og B71, ið skuldu vera leygardagin 11. mai. Hesir verða ístaðin spældir sunnudagin 12. mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo