Inntøkur frá kriminellum virksemi í fleiri londum verður hvítvaskað við keypi av ogn í Sameindu arabisku emiratunum, vísir umfatandi prosjektið Dubai Unlocked, skrivar TV 2.
Gravijournalistar í 58 londum hava samstarvað í prosjektinum Dubai Unlocked og dokumentera nú hvussu luksushøvuðsstaðurin Dubai hevur ein sentralan leiklut í hvítvasking av kriminellum pengum.
Millum miðlarnar sum hava verið við í prosjektinum, sum byggir á stóran leka av fastognardátu, eru norska E24 og svenska SVT.
887 sviar eiga íbúð í Dubai, millum teirra influensarar, ítróttafólk og vinnulívsfólk. Samlaða virði av hesum ognum var í 2022 yvir 4,6 milliardir krónur, sambært SVT.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo