Selene Gomez (23) tekur øll amboð í brúk fyri at marknaðarføra sína nýggju fløgu, Revival.
Nýggja fløgan verður á marknaðinum í oktober, og í sambandi við útgávuna sær út til at einki verður spart sambært teimum nýggjast myndinum, tiknar eru til fløguna.
Á Twitter vísur hon greitt hvussu errin hon er av myndini. Har er myndin bæði profilmynd og forsíðumynd, sum teir 32,8 milliónir brúkararnir helst fegnast um, skrivar norska TV2.
Á Twitter hevur hon eisini lagt út eina aðra mynd, sum sigur, at hon nú hevur hug at síggja út sum ein elegant dama, og definitivt vil kvitta seg við stemplið sum ung genta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo