Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Eg fari her at skriva eina heilsan til fastur mína Sólborg á hennara stóra degi.

Sólborg er ein av tíggju systkjum, og skuldi ivaleyst verða síðsta barnið í flokkinum, tí hon bleiv uppkallað eftir báðum, mammu og pápa, Sannu og Bartali.

Hóast hetta, so komu trý børn afturat.

At so nógv er at siga um Sólborg ger, at eg ikki kann dvølja so nógv við fyrsta partin, sum í sjálvum sær hevði verið áhugaverdur at drigið fram í ljósið – um smágentu í flokki av tíggju systkjum, úr tí tíðini.

--

Tað eru nøkur lýsingarorð, sum koma mær til hugs, tá eg hugsi um Sólborg í velmaktini.

Rokalig, hjartalig, rúmlig og vís.

Tað var einki óført hjá Sólborg. Ja, nú skrivi eg eitt sindur í tátíð, tí nítiáraaldur setir  viðurskiftini í annað ljós.

Tað hendi altíð okkurt, tá Sólborg var til staðar. Nei, vit hoyggjaðu ikki bara. Alt skuldi sláast í senn. Ella soleiðis kendist tað.

Tað skuldi gangast aftur og fram, úr Selvindi út á Tanga, fleiri ferðir.  Rista, klúka, balla ella kylla,  hvørt eftir øðrum, so sum tilgongdin og veðrið loyvdu tí,  fyri aftur at enda í stóra Mýrigerðinum, sum veruliga hevði tað við sær at hála tann síðsta neistan úr einari og hvørjari barnasál, sum var so óheppin at vera fødd inn í eina slíka familju.

So tað var ikki sørt, at vit frøddust, tá Sólborg slapp sær av stað aftur, suðuraftur á Argir.

Hon gjørdi ikki heldur bara reint, nei, alt skápið skuldi endavendast og matargoymslan hjá ommu, har ongantíð nakað mátti mangla, fekk sítt eftirlit av Sólborg. “Altso, vantar tú ringar tíðir” plagdi hon at skemta, meðan hon hevði á hondum, ruddaði út og beindi fyri nógvum av tí elsta.

At blíva omma var ikki bara at blíva omma. Sólborg bant og seymaði, ikki  sum vanligt – nei, smekkubuksur omaná smekkubuksur úr endurnýtslu – fleiri um dagin; úr gomlum buksum og pløggum, sum komu aftur  til heiður og æru. Hugburði, vit í dag áttu at lært meira av.  Ja, hon spolaði avstað – ikki við umhvørvinum í huga, nei, meira sum ískoyti til tað, húskinum tørvaði til dagin og vegin.

Tá sólin skein av tí allarbesta, var ikki innkomandi hjá Sólborg,- tá skuldi alt út á trappu. Og Poul bar og dragsaði og bankaði møblar, teppi og pútur, sum um, at ikki ein minuttur skuldi fara til spillis. Í so máta vóru tey sum skapt til hvønnannan.

Ein maður, sum kendi Sólborg úr Lynggøtu, heiminum hjá Bláa Krossi, - tók soleiðis til, tá prátið fall á Sólborg. “Ja, so hirdi hon bara øll seyðarhøvdini í uppvaskimaskinuna,”. Eg havi ikki fingið hetta váttað frá Sólborg, men eg trúgvi tí gjarna. Tað skuldi vera effektivt.

Ikki um at tala blóðpylsurnar. Tað vóru ikki ein ella tvær vembur, nei, mundi tað ikki verða einar tíggju í senn? Ja, soleiðis var Sólborg.  Tað skuldi koma nakað burturúr, tað skuldi síggjast eftir, og tað skuldi verða til nyttuna.

--

Koma vit til hjartaligheitina, so er hon eisini  nakað fyri seg.

Sólborg vil øllum tað besta og strekkir seg til tað síðsta, fyri at hjálpa teimum, sum tørva hennara hjálp.

Best kend er hon sum fyristøðukvinna og leiðari, tá arbeiðið við rúsevnismisnýtslu skuldi skipast og fáast í fasta legu.

Eg tori at siga, at øll, sum hava havt gleðina av at kenna Sólborg í hennara starvi, rósa henni. Nei, eg haldi ikki, at eg taki munnin ov fullan, men at tað er so. Eg havi møtt so nógvum fólki, sum í ymiskum støðum, á ymsum leiðum og í stríðnum at sleppa burtur úr rúsevnismisnýtslu, vísa á Sólborg sum nakað heilt serligt.

Sólborg sá menniskjað í menniskjanum. Ikki treytað av fortíð, núverandi støðu ella útlitum. Nei, hon møtti øllum við tí kærleika og teirri virðing, sum bara kennist sonn, tá hon er sonn.

Nei, ikki altíð var tað lætt – men Sólborg hevði tann persónliga integritetin sum gjørdi, at hon megnaði støðurnar.

Ikki alt var svart ella hvítt hjá Sólborg, og ivin hjá henni um eitt og hvørt fyrisitingarligt, skuldi, í fyrra lagi verða til fyrimunar hjá tí fólki, sum henni varð litið í hendurnar at hjálpa.

Mangan stríddist Sólborg við politikarar, tí almennu pengarnir rukku ikki til tann vilja, tær visiónir og ta hjálp hon ynskti tí rúsbundna.

Ein orðing kemur mær serliga til hugs, tá eg hugsi um Sólborg.

‘Tú skalt verja teg fyri ella ansa væl eftir øðini hjá tí, sum verður mótarbeiddur ella steðgaður í at gera góða gerningin og hjálpa øðrum´’  Eg rokni við, at onkur politikari kann nikka til og kenna aftur hesa øðina og hesar støðurnar, tá Sólborg stríddist fyri heimið, kristiliga virðisgrundarlagið og fólkini.

At Sólborg er vís, er omanfyri umrøtt. Men hon  hevur eisini tikið blaðið frá munninum, tá hon hevur hildið, at boð hevur verið eftir skilagóðum almennum viðmerkingum, og tá fólk hava verið fyri órætti.

Eitt nú hevur virðispolitikkur og hetta við at seta fólk í bás, at meta um, taka fólk av ræði, gera tey ‘skeiv’ í alra eygum og so framvegis, fingið Sólborg í blekkhúsið.

At hon hevur vart minnilutabólkar, samkynd og tey, sum onkursvegna blivu umrødd uttan nøktandi virðing, bleiv ov nógv fyri Sólborg, sum aftur og aftur hevur víst á Guðs mynd, og at vit øll er skapt í Guðs bílæti. Longri blíva hennara grundgevingar ikki, og í teirri trúgv hevur hon altíð livað og virkað.

Ymiskt hevur hon lagt eftir seg, eisini á øðrum økjum, har sjómannskvinnuringurin á Argjum hevur notið gott av hennara ágrýtni. Sjavsin í Posthúskjallaranum, til ítriv og felagshugnað,  var tanki av Blákrossheiminum, har tað ráddi um at geva fólki meira innihald í gerandisdagin, og sum eisini gav eitt peningaligt íkast, sum hvørt ár var handað Herberginum.

Ja, soleiðis hevur Sólborg slóðað fyri, sett spor og avrikað, á teirri leið, sum bleiv hennara.

Samstundis sum hon hevur megnað eitt deiligt heim, har vit sum børn av bygd kendu okkum heima, og sum vaksin hava notið manga góða løtu í práti og hugnaligari samveru.

Einki roks, einki hóvasták – fjálgt, rúmligt og heimligt og ikki minni, við skemti og látri, sum Sólborg elskaði og elskar.

At Poul er lagaligur vita vit. “Eg havi altíð kunnað gjørt akkurát sum eg vil,” sigur hon  mangan um stuðulin frá manninum, sum hon setir stóran prís uppá.

At lykilin lá í postkassanum og køliskápið var fult – var ikki bara á Ólavsøku men í yvirførdum týdningi Sólborg í hennara verumáta.

Góða Sólborg – eg ynski tær og tykkum báðum tíðina góða, sólina í løtum og  styrki til teinin í tí ókenda við Guðs  hjálp og signing.

Takk fyri alt.

Bergun

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo