Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bruttovinningurin hjá Solar Føroyar endaði í fjør á 14,5 mió kr. Tað er ein vøkstur uppá smá 13% í mun til árið fyri.

Úrslitið eftir skatt endaði á 6,1 mió kr, sum er ein vøkstur uppá smá 16% í mun til árið fyri.

Sostatt er sannlíkt at tað eydnaðist Solar Føroyar, sum fæst mest við heilsølu av vørum og  tænastum til elinstallatørar, væl og virðiliga at flyta stóra prísvøkturin, sum hevur verið seinasta árið, víðari út til kundan. Ein onnur ábending um tað er, at vørugoymslan er vaksin í virði, úr 4,6 mió kr við árslok í 2021 til 6,7 mió kr við árslok í fjør.

Solar Føroyar er dóttirfelag hjá Solar A/S við høvuðssæti í Vejen í Danmark. Vanligt hjá Solar Føroyar er, at móðirfelagið fær allan vinningin í føroyska felagnum útlutaðan sum vinningsbýti, og so er eisini í ár.

Solar Føroyar er væl fyri við eini sterkari fíggjarstøðu sum javnvigaði við 28,7 mió kr. Har er ongin rentuberandi skuld og eginognin er 12 mió kr, tað sama sum hon hevur verið øll árini, tí úrslitið verður útlutað sum vinningsbýti.

Carsten L. Antonisen stendur í roknskapinum at vera stjóri hjá Solar Føroyar. Á heimasíðuni stendur, at stjórin eitur Claus V. Christensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo