Vága kommuna hevur latið gjørt faldarar og heimasíðu á føroyskum og enskum sum íkast til ferðavinnun í Vágum. Endamáli er at varpað ljós á okkara sera áhugaverdu náttúru, har søgur og sagnir eru partur av túrunum.
Vágar er ein tann vakrasta oyggin í heiminum og hampiliga lætt er at ganga. Náttúran er hugtakandi vøkur, somuleiðis eru sera nógvar áhugaverdar søgur knýttar at teim ymsu plássunum... trýst her
Í faldaranum eru 3 innangarðs og 3 uttangarðs túrar í Miðvági og tað sama í Sandavági. Ein stutt lýsing av søgu og sagnum er á faldaranum. Á heimasíðuni www.vagatourist.fo ella www.vagatourist.com ber til at lesa meira og síggja myndir úr kommununi.
Umframt hetta, hava veitarar møguleika at leggja leinkju , sum vísir til egna heimasíðu.
Okkara vakra oyggj hevur eina sera spennandi søgu.
Tú kann sjálvur velja, hvat tú vil uppliva.
Her er alt frá huldukonum, sjórænarum, følskum kanónum til prest í øðini við øks í hendi.
Fá ein túr við ferðaleiðara og hoyr meira um okkara søgu.
Endamálið er at vekja áhugan fyri gongutúrum, har søga og sagnir eru ein partur av túrinum. Til ber at bíleggja túrar á www.VisitVagar.fo, har ferðaleiðari er knýttur at túrinum. Ferðaleiðarin greiðir meira gjølla frá tí, sum stendur í faldaranum og á heimasíðunum.
Hetta er fyrsti partur av eini røð av túrum og søgum.
Tað eru Lydia Laksafoss og Heini F Petersen, sum hava staði fyri arbeiðinum at gera faldararnar. Johan Ludvík Laksafoss hevur gjørt heimasíðuna.
Vága kommuna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo