Í sambandi við 10 ára dagin í dag vísa vit fyrstu myndarøðina, sum var á VP og sum myndamaðurin Jógvan Helgi Hansen tók.
Myndirnar eru tiknar í sambandi við at XV hevði bjóðað undirhúsinum í Miðvági til morgunmatar. Og tey eldru, fleiri eru ikki millum okkum meira, møttu stundisliga klokkan 8. Myndirnar eru tiknar klokkan 8.15, sigur myndamaðurin.
Myndirnar eru tiknar tann 19. desember 2008, og er hetta fyrsta myndarøðin hjá okkara dugnaliga og altíð fúsa myndamanni, sum hevur nakað betri útgerð nú enn hann hevði tá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo