![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/3/7/csm_Ver_02_5fd40ba973.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/3/7/csm_Ver_02_5fd40ba973.jpg)
«Modern Family»-stjørnan Sofia Vergara (46) hevur til smør á breyðflísina og gott og væl tað, skrivar VG.
Sjeynda árið á rað toppar kolumbianska-amerikanska sjónleikarakvinnan listan hjá Forbes yvir heimsins best betaltu sjónvarpskvinnur. Við eini ársløn á góðar 300 milliónir krónur - væl at merkja fyri skatt – skúgvar hon allar aðrar kvinnur afturum seg í bransjuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo