- Vit eru ikki trygg at súkkla ella ganga ein túr í Sørvági.
Soleiðis skrivar ein av teim 42, sum lótu inn aftur spurnarbløðini.
Tað vóru deild út 70 spurnarbløð til tilvildarlig ikki navngivin húski. Ongin av teim uppstillaðu til bygdarráðið luttók í kanningini, og ongin av teim sitandi í bygdarráðnum luttók. Tað komu sum sagt innaftur 42 spurnarbløð. Og talfestingin niðanfyri er tilvildarlig.
Av teim 42 húskjunum sum svaraðu uppá spurnarbløðini, vóru tað 40 sum ynsktu broytingar í ferðsluni sum hægsta prioritet. Stúranin fyri ferðsluni plágaði tey allarmest.
Hettar svarar til 95%.
74% ynsktu nýggja ítróttarhøll.
Nýggja vøggustovu vóru tað bara 11 húski sum ynsktu. Vøggustovan, fyri uml. 30 milj., sum bygdarráðið nú fer at útbjóða fall heilt heilt uttanfyri topp 10. So kann ein spyrja á hvørjari planet liva bygdarráðslimirnir ? Pedagogarnir, sum krevja nýggja vøggustovu, eru blivnir partur av akademikarastættini, og hesi krevja síni offur. Og tað, óansæð hvussu bygdarfólkið raðfestir.
Um ferðsluna í Sørvági, so kann tað minnast á, at í 1968 bleiv tað gjørd ein brúgv úti í Geilini beint við hjá Selfoss. Hendan brúgvin var forleyparin til kringvegin,sum skuldi ganga uttanum Sørvágs bygd. Tá hevði bygdin politikarar við framskygni. Men onnur meira trongskygd fólk komu til. Har hendi ikki meira, og vegurin bleiv súltaður í gloymskuna.
Eg lovaði teim at viðmerkingarnar skuldu verða almannakunngjørdar, so røddin á teim sum ikki rópa hart, eisini skuldi verða hoyrd. Viðmerkingarnar eru listaðar niðanfyri.
-
Fríska gonguteigarnar og avmarkingar annars. Fáa tungu ferðsluna úr bygdini
-
Tungu ferðsluna vekk úr bygdini. Tryggari ferðslu í bygdini
-
Tryggari ferðslu við skúlan og í bygdini. Betri gonguteigar / súkkluteigar við Skúlavegin
-
Ikki loyvt at parkera á Skúlavegnum. Gonguteig á Skúlavegnum.
-
Tryggari ferðslu, onkunstaðni kundi verið einvegis. Gonguteigar, Á Stongum / Niðaraveg / út á skúlan.
-
Fortov út á Kajuna og til Býggjars. Betri vegir allastaðni
-
Betri súkkluteigar - av Stormi/Skúlan, av Bakka/Skúlan, úr Bygdini/Kajuna
-
Tryggari ferðslu
-
Tryggari ferðslu av Bakka / skúlan. Betri vegir allastaðni. Betri gonguteigar
-
Tryggari ferðslu. Betri vegir
-
Betri ferðslu. Gonguteigar úti á Býggjarvegnum. Súkkluteigar úti á Býggjarvegnum og á Mýrðavegnum
-
Betri gonguteigar við skúlan
-
Eina gongurutu runt bygdina. Húsadal- Mýrarnar-Svartafoss osfr. Á Niðaravegi er alt ov myrkt um kvøldarnar
-
Tung ferðsla má tálmast. Betri súkkluteigar - av Stormi/Skúlan, av Bakka/Skúlan, úr Bygdini/Kajuna
-
Ov vánalig ferðsluviðurskifti í Sørvági. Tað er ALT ov tung ferðsla ígjøgnum Sørvág. Vit eru ikki trygg at súkkla ella ganga túr í Sørvági. Betri gongu/-súkkluteigar. Kann bara geras betri. Fái bummar upp ymsa staðni. Niðarivegur er fullur av vatni tá sjórok og regn er. Niðarivegur er ov myrkur. Sørvágur er av teim vánaligastu gongu/-súkkluteigum í Føroyum.
-
Tryggari ferðslu (serliga frá Á handlinum til Skúlan)
-
Tunga ferðsluna í Bygdini má burtur. Betri vegir allastaðni. Betri súkkluteigar - frá Blindtarminum/Skúlan, av Bakka/Skúlan (tiltrongt) úr Bygdini/Kajuna (tiltrongt)
-
Vegir sum ikki eru lidnir m.a. undir Ryski. Har er eitt grótbrot, sum hevur ligið í 15 ár. Gongu/-súkkluteigar og røkta teir sum longu eru.
-
Tryggari ferðslu yvir tað heila, frá Missiónshúsinum til Dumpin, Fränk Bygdini til Kajuna. Betri vegir frá Missiónshúsinum til Kajuna, Varðagøtu. Betri gonguteigar út til Skúlan, Niðaraveg. Betri súkkluteigar Húsadal/Flogvøllin, Mýrarnar/Flogvøllin, av Bakka/Skúlan. Uppdatera ferðsluna, vegir, gonguteigar og súkkluteigar (vegforðingar).
-
Tryggari ferðslu við Skúlan, mitt í Bygdini. At kommunan viðlíkaheldur fortov og vegir í útjaðaranum í bygdini
-
Tryggari ferðslu. Betri súkkluteigar/ gonguteigar til Býggjar. Ferðsluna við skúlan og PE má gerast nakað við.
-
Betri súkkluteiga
-
Tryggari ferðslu uttanfyri PE (evt. so inngongd kann verða niðanfyri). Betri/fleiri gonguteigar har nógv fólk ganga, ss. við skúlan. Betri vegir (fylla holur) og breiðka vegir sum bert hava ein bana ss. undir Ryski
-
Tryggari ferðslu í Bygdini. Betri vegir allastaðni, men helst undir Ryski + vendipláss. Fyri uml. 7 árum síðan vóru teir ígongd við at gera vegin. Teir fóru í feriu, men komu ongantíð aftur.
-
Betri vegir. Betri súkkluteigar Húsadal/Flogvøllin
-
Tryggari ferðslu í Bygdini og tí økinum sum er merkt 30 sona. Betri vegir frá PE út á Kajuna.
-
Vegirnir kunna betrast so gott sum allastaðni her.
-
Betri vegir
-
Betri vegir á Mýrum og runt í Bygdini, av Stormi/skúlan. Manglandi útkoyring frá ovaru Gerðisbrekku.
-
Tryggari ferðslu fram við Sýsluni og barnagarðinum. Betri vegir so at siga allastaðni
-
Tryggari ferðslu mitt í Bygdini - tungu ferðsluna burtur. Betri vegir mitt í bygdini. Betri gonguteigar allastaðni. Smáar gøtur kring um bygdina - egna t.d. at trilla/renna
-
Tryggari ferðslu á Húsadalsvegi, Varðagøtu, í Bygdini, frá Stormi. Betri gonguteigar, kunnu gera teir betri til barnavognar. Gjørt okkurt fyri at gjørt tað tryggari at trilla barnavogn. Betri súkkluteigar frá Húsadali/Flogvøllin, Mýrarnar/Flogvøllin
-
Parkeringspláss. Betri vegir allastaðni
-
Onga viðmerkj.
-
Betri vegir til tunga ferðslu. Gonguvegir á Niðaraveg
-
Fá ta tungu ferðsluna vekk frá bygdum øki. Betri vegir um alla bygdina.
-
Tryggari ferðslu. Tungu ferðsluna úr Bygdini
-
Onga viðmerkj.
-
At fáa tungu ferðsluna út um bygdina
-
At fáa tungu ferðsluna út um bygdina, um gjørligt
-
Øll bygdin trongir til at blíva asfaltera.
-
Betri ferðslu
Rúni Nolsøe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo