Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á nevndarfundi í Sørvágs Arbeiðarafelag sunnudagin 30. jan. var fylgjandi samtykt !

Frá 1. mai í ár skal ikki longur trekkjast 1.5% á lønarseðlunum hjá felagslimum til Trygdargrunn.

Gjaldið verður ístaðin umlagt til eitt fast gjald kr. 300,- pr. mdr.

Sørvágs Arbeiðarafelag kemur eftir 1. mai sjálvt at gjalda helmingin av trygdargrunninum fyri felagslimirnar.

Tað verður soleiðis at, felagið betalur teir 6 mánaðirnar, frá 1. nov.- 1. apríl.

Felagslimirnir koma so sjálvir at gjalda hinar 6 mánaðirnar, frá 1. mai til 1. okt.

Hettar vil siga at, árligi kostnaðurin hjá felagslimunum fyri trygdargrunnin verður kr. 1.800,- pr. ár.

Hendan afturberingin kemur at kosta felagnum uml. 70% av yvirskotinum. Og tað passar væl til ta fagligu linjuna sum nevndin vil føra framyvir. Nevniliga at felagið ikki longur skal hava nevniverdugt yvirskot á árliga roknskapinum. Tí áogn felagsins er ríkiliga stór.

Uppskotið um hettar skal verða klárt at leggja til viðtøku á eykaðaðalfundi felagsins tann 25. mars í ár.

N.B. Fakfelagsgjald gevur ikki frádrátt í skattinum. So at hendan afturberingin frá felagnum til felagslimirnar eigur at verða óskatta. Men tað tekniska í hesum skal tó avklárast við Taks. Hettar skal verða klárt til 25 mars í ár.

Nevnd Sørvágs Arbeiðarafelags
n.v. Runi Nolsøe Form.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo