Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Sølvi Vatnhamar, ið var kosin besti spælari í mai 2022 - Mynd: Bjarni Enghamar

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Sølvi Vatnhamar, ið var kosin besti spælari í mai 2022 - Mynd: Bjarni Enghamar

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Sølvi Vatnhamar, ið var kosin besti spælari í mai 2022 - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: – Tað var fantastiskt, og takk fyri tað! Hetta eri eg sjálvandi errin og glaður fyri. Eg haldi annars at tað hevur gingið væl í Víkingi í seinastuni, og so er bara at hopa, at hendan góða gongdin heldur fram.

Soleiðis sigur Sølvi Vatnhamar, tá honum verður ynskt tillukku, og hann samstundis verður kunnaður um, at hann er kosin til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í mai mánað 2022.

At tað hevur hilnast væl hjá Sølva higartil í landskappingini sæst eisini aftur á listanum yvir toppskjúttar, har fryntligi og dámligi leirvíkingurin er ovast við 13 málum eftir fyrstu 13 umførini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið velja besta spælara hvønn mánað. Og av teimum tíggju, ið atkvøða, høvdu allir Sølva Vatnhamar millum tey trý nøvnini, ið verða sett á atkvøðuseðilin.

Fyri heiðurin fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri.

Nummar 2 bleiv Andreas Lava Olsen úr Víkingi, og á einum deildum triðja plássi komu tveir aðrir liðfelagar hjá Sølva og Andreasi Lava, nevniliga Bárður Jógvansson Hansen og Geza David Turi.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo