FSF: Tað ræður um at skunda sær, um ein ætlar sær atgongumerki til ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum, sum verða á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.
Fríggjamorgunin klokkan tíggju lat atgongumerkjasølan upp, og seint seinnapartin fríggjadagin vóru næstan 2.000 atgongumerki seld.
Í samband við finalurnar er Tórsvøllur býttur upp á bólkar, so viðhaldsfólkini hjá hvørjum einstøkum liðum sita saman.
Víkinga viðhaldsfólk halda til í bólkunum 101 til 104, KÍ viðhaldsfólk halda til í bólkunum 105 til 108, og HB viðhaldsfólk halda til í bólkunum 114 til 116. Síðan eru bólkarnir 109 til 113 ætlaðir øðrum fótbóltsfjepparum.
Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn, og gevur atgongd til báðar dystirnar.
Finalan hjá kvinnum verður bríkslað í gongd klokkan 15:00, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið.
Á Tórsvølli er pláss fyri 5.183 áskoðarum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo