Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hjá kvinnunum hevur kappingin í ár verið nakað serlig við at fýra lið hava luttikið og trý av teimum eru frá felagnum Sporðdrekanum, fjórða liðið er Hávur úr Klaksvík. Undan vikuskiftinum var greitt, at tvey Sporðdrekalið (reyðar og svartar) fóru at enda nummar eitt og tvey, Hávur hevur tryggjað sær triðja plássið og á fjórða plássi enda blaðunga (gular) Sporðdrekalið.

Dysturin hetta vikuskiftið gjørdist til ein heilt søguligan dyst í føroyskari kurvabóltssøguni. Allir leikarar og dómarar vóru kvinnur, hetta er fyrstuferð, at heili fimm kvinnur hava mannað dómaraborðið og eisini dømt dystin. Tað gekk væl at avgreiða dystin og hetta er nakað tey handan kurvabóltin eru sera fegin og errin av.

Hjá monnunum vóru flestu plássini undan vikuskiftinum tryggjaði, men har var ein óvissa um 2. plássið hjá monnunum. Fríggjakvøldið leiktu Ravnur og Sporðdrekin á Toftum og tann dystin vann Sporðdrekin og tryggjaði sær annað plássið í grundspælinum í Trygd-kappingini.

Frammanundan var greitt, at Hamar 1 vann grundspælið, tá teir høvdu vunnið heili níggju av tíggju dystum hjá sær. Fremstu liðini tryggja sær heimavøll í hálvfinalunum. Hini liðini ið eru komin í hálvfinaluna eru verandi føroyameistarin, Hamar 2 og spildurnýggja liðið í Vágunum, Nykur.

Skráin fyri hálvfinalurnar er hendan:

Leygardagin 9. apríl í høllini á Argjahamri:

Kl. 13:00 Hamar 1 – Nykur

Kl. 16:00 Sporðdrekin – Hamar 2

Sunnudagin 10.apríl í høllini á Argjahamri:

Kl. 13:00 Svartir Sporðdrekar – Gulir Sporðdrekar

Kl. 16:00 Reyðir Sporðdrekar – Hávur

Tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo