Tíðliga í morgun fór 12 metrar stóri og 24 tons tungi risa drekin hjá Minesto fyri fyrstuferð at framleiða streym inn á netið hjá SEV.
Hesum boðar svenska fyritøkan, ið samstarvar við SEV um verkætlanina at vinna streym úr sjóvarfallinum, frá í dag.
Dragon 12 drekin er 10 ferðir størri enn smærru drekarnir, prototypurnar, sum Minesto hevur arbeitt við í Vestmanna í nøkur ár. Teir kundu framleiða 100 Kw ímeðan stóri drekin kann framleiða 1,2 MW.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo