Bretska stjórnin hevur tryggjað sær undirtøku til eina lóg, sum skal forða fyri, at tey ungu byrja at roykja. Lógin fer at banna øllum, sum eru fødd seinni enn 2009 at keypa tubbak og eisini e-sigarettir ella vape.
Lógin er gjørd við íblástri frá líknandi lóg í Nýsælandi, sum tó seinni bleiv avskaffað, tá nýggja stjórn kom til.
Konservativa stjórnin er fyri atfinningum frá teimum sum halda, at lógin avmarkar frælsið hjá borgarunum, men hesum hevur heilsumálaráðharrin víst aftur.
- Tað er als onki frælsi í bundinskapi, sigur Victoria Atkins, heilsumálaráðharri, sum leggur afturat, at málið er at fáa eitt roykfrítt ættarlið.
Ungir bretar kunnu sostatt ikki keypa tubbak heima, men teir kunnu framvegis taka tað heimvið tá teir hava verið uttanlands og ferðast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo