Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á Facebook hava fleiri yngri tjóðveldistar roynt at forfalska og skeikla søguna, sum teir plaga at gera fyri hvørt ættarlið.

Teir producera alsamt negativar mytur um Danmark og donsk/føroysk viðurskifti.

Í sambandi við grundlógardagin í gjár royna ein Bárður Larsen, Frúgvin Fríðriksmørk, Magni Arge og ein harra Teindalur at revidera eftirkrígssøguna markant.

Hesir ignorantar insinuera, at grundlógardagur aldrin hevur verið hildin ella fagnaður av føroyingum.

Hetta er loddrøtt lygn!

Mín foreldrageneratión hevði stóra virðing fyri tí donsku grundlógini, og í mínum barndómi varð dúgliga flaggað á grundlógardegi.

Nøkur hús flaggaðu við Dannebrog.

Í skúlum vóru røður um grundlógina, har vit fingu at vita um hetta einastandandi europeiska dokument, sum bleiv gjøgnumført við kongsins vælvild og accept, uttan blóð ella krút.

Ein civiliserað yvirgongd frá einaveldi til symbolskt monarki.

So var ikki í øðrum londum, har februarrevolutiónin 1848 var eitt europeiskt blóðbað.

Sjálvandi vóru nógv tvørball, sum vóru kroniskt fornermaði og háðaðu ta donsku grundlógina.

Fyrst og fremst feudal rudiment úr Kirkjubø, sum mistu rættin sum kúgandi høvuðkambar av ti demokratisku donsku grundlógini.

Tað barbariska fámannaveldi hjá summum ráum føroyskum kongsbøndrum bleiv undirminerað av tí donsku grundlógini, og tí mátti man hata hana í Kirkjubø.

Men nógvir føroyingar vóru i mínum barndómi ernir av at liva í einum so demokratiskum Ríki.

Eftir Kríggið komu tjóðveldistar heim av asfaltinum og trúttaðu, at vit øll líka sum teir av berum kompleksum skuldu hata og vanvirða Danmark og alt danskt.

Tað hevur eydnast teimum at niðurgera og háða tann 5. juni so konsekvent, at eingin yngri føroyingur í dag sleppur at vita nakað um dagin og hetta unika skjal.

Men sjálvt um aggressivir og danskthatandi tjóðveldistar hava spilt ta donsku grundlógina systematiskt út í 70 ár, hava bæði Jóannes og Erlendur Patursson, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen skammleyst undurskrivað at virða og halda hetta tignarliga dokument, sum teir politiskt hava livað av at háða og spilt út.

"Níðingar" er eitt milt orð at brúka um slík politisk ólukkudýr.

Dupultmoralur og snultaralyndi er teirra einasta ideologi.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo