Myndin (frá Tjóðsavninum) sýnir Álaker í Havn um 1904. Müllers pakkhús kenna vit aftur, men annars er nógv broytt hesi mongu ár.
Pakkhúsið vinstrumegin við atløgubrúgv og krana í endanum er konslarapakkhúsið, og deksfarið útifyri er helst konslarajaktin (Nr. X). Danski vinnulívsmaðurin og konsulin, Skibsted, sum í síni tíð hevði stórt virksemi í Føroyum, átti pakkhús og jakt.
Í Sharpholinum, har ið Tórshavnar skipasmiðja seinni varð grundað, verður deksbátur smíðaður. Hetta er helst Laurits í Mortansstovu, sum smíðar fyrsta motorbátin, Dan, til Niels Jensen, smið, í Havn. Motorbáturin fór av bakkastokki fyrsta yrkadag (2. januar) í 1905.
Á neystaloftinum høgrumegin nýbygningin smíðaði Kjartan Mohr eitt skifti bátar saman við monnum sínum.
Hann stovnaði, sum vit vita, Tórshavnar skipasmiðju, har hann var stjóri í mong ár.
Høgru megin Müllers pakkhús – á Høgukai, har ið Skeiva pakkhús seinni kom at standa – smíðar Lias í Rættará motorbát. Í 1905 fóru teir báðir, Lias í Rættará og Laurits í Mortansstovu, út í Álakersvík at smíða bátar og deksfør.
Ytst vinstrumegin kemur lítið hús við skorsteini undan konslarapakkhúsinum. Hetta er óivað bræðingarhúsið hjá Skibsted. Har bræddu teir livra- og hvalalýsi. Tá ið stórgrindir løgdu beinini, keypti Skibsted nógvar kúlur.
Óli Olsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo