Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røða, sum Christian Andreasen helt í Lítlu Dímun 01. juni 2023.

Vit standa á Lítlu Dímun. Fyri flest av okkum er hetta ein “once in a lifetime” uppliving. So tað er at njóta løtuna.

Í dag gongur alt við rúkandi ferð. Øll hava ætlanir fyri morgindagin og kanska longur fram. Flestu okkara hava longu gloymt gjárdagin.

Tað er í dag, at tíðin stendur still. Tað er bara í dag, at løtan er givin okkum. Serliga løtur sum henda.

Ein fantastisk kensla at standa á hesum spennandi og søguliga staði.

Oyggin stendur sum frá skaparans hond og snikkað til av náttúruni.

Her hava ongar gravmaskinur grivið, ongin vegastubbi gjørdur, og ongin hevur nakrantíð búð í oynni.

Støddin á kollinum er 220 metur norður og suður og 420 metrar eystur og vestur. Hæddin her vit standa er nakað omafyri 400 metrar. Oyggin verður søgd at vera 24 gyllin, sum er hálvonnur mørk. Áseyðatalið í dag liggur um 250.

Í gomlum bókmentum veður sagt, at oyggin bar 700 seyðir. Tað var hesin lítli svarti seyðurin, sum bleiv avtikin nøkur ár eftir, at Hvalbingar keyptu oynna í 1850.

Mikkjal á Ryggi skrivar í Brestiskvæðnum soleiðis um henda góða seyð:

Fimm hundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
Svart var alt sum kolamógvur
Eyðkent slag tað var.

Stykt og kvikt sum villur fuglur
Vártreyst út av lagi

So er sagt, at hvalbingar
Teir tóku av alt slagið

Tykir mær tað harmiligt
At fara so um fæ.

Fyrnsta seyð í Føroyum var
Meg lysti enn at sæð

Mikkjal av Ryggi var djóravinur og harmast tí lagnuna hjá gamla seyðinum í oynni.

Søgan um Lítlu Dímun er sanniliga spennandi lesnaður.

Eitt, sum er fantastiskt við føroyskari søgu og eisini siðsøgu er, at flestu bygdir í Føroyum hava havt framúr góð heimildarfólk, sum hava lagt nógv fyri at lýsa okkara søgu og okkara upphav. Uttan hesi heimildarfólk – ofta við hollum kunnleika til søgu – hevði okkara søga verið munandi fátækari.

Hvalba er sanniliga einki undantak.

Hvalba hevur fingið sína egnu bygdarsøgu, sum Jens Hákun Leo hevur skrivað.

Bygdasøgan hevur heitið “Alt ger mun” sum Snoprikkur eisini skal hava sagt. Eitt sindur váði kanska at brúka eitt orðatak frá Snopprikki, tí hann mann verða tann Hvalbingur, sum higartil hevur havt ringasta orði á sær.

Hvalba hevur eisini havt ein stak dugnaligan søgufrøðing, Jóhannes Andreas Næs, sum hevur skrivað eina heila bók um Lítlu Dímun.

Fyrstu ferð vit hoyra um Lítlu Dímun er í føroyingastøgu.

Her verður sagt, at Beinir og Brestir áttu Skúvoy, Stóru Dímun og Lítlu Dímun.

Vit kenna søguna um tann eina dagin, Beinir og Brestir fóru í Lítlu Dímun, har teir høvdu seyð og neyt gangandi. Teir høvdu vápnað lið við sær.

Henda dagin lógu fíggindar teirra á lúri.

Á heimferðini hjá Beinir og Brestir henda dagin koma tríggjar skútur út av Hvalbiarfirði siglandi móti teimum, allar við alvápnaðum monnum.

Hesir vóru Havgrímur úr Hovi, Tróndur úr Gøtu og Bjarni úr Svínoy.  Skipini høvdu við fullari manning ligið inni á Hvalba og bíðað eftir røttu løtuni at leypa á Beinir og Brest. Sigst, at teir henda dagin vóru og vitjaðu Giljabóndan í Hvalba.

Beinir og Brestir megnaðu at koma undir land í Stóru Dímun, og sluppu sær upp í Kleivina.

Synirnir Sigmundur og Tórur vóru við á hesi ferð. Á Stóru Dímun kom til vápnaðan bardaga, sum endaði við at bæði Beinir og Brestir fullu. Synirnir, Sigmundur og Tórur blivu eirdir.

Eini 25 ár seinni eru Tróndur og hansara menn aftur uppá spæl í Lítlu Dímun.

Tá eru Sigmundur og Tórur, sum annars búðu í Skúvoy, farnir í Lítlu Dímun at reka.

Tá kom Tróndur í Gøtu við hansara monnum upp á oynna við tí í hyggju at beina fyri systkinabørunum Sigmundi og Tóri, men báðir sluppu til rýmingar. Teir fingu enntá fatur á bátinum hjá Tróndi, sum sostatt lá bátleysur eftir í oynni.

Tróndur mátti glaða eftir hjálp úr Hvalba. Sostatt hoyrdi Litla Dímun tá á døgum til Stóru Dímun og Skúvoy.

Søgnin sigur, at tá Sigmundur fall í Sandvík endaði ognarrætturin til Oynna í Hovi. Tróndur gjørdi semju við einkjuna eftir Sigmund um at Leivur Øssursson, sum var vaksin upp hjá Trónda, kundi giftast við dóttur teirra. Tey settu búgv í Hovi, og fingu Lítlu Dímun.

So hendir tað, at ein dóttir bóndan í Hovi giftist við Giljabóndanum, og helvtin av oynni fellur til Hvalba.

Søgnin sigur eisini, at trongisvingar og ørvingar hava havt ognarlutir í Lítlu Dímun.

Eisini veðrur sagt, at Litla Dímun einferð var ogn hjá Gilla Løgmanni. Gilli var sum kunnugt føroya fyrsti løgmaður, nevndur í Føroyingaasøgu.

Giljabóndin í Hvalba var ikki nakar hvør sum helst.

Dr Jacob Jacobsen skrivar í bókini færøske folkesagn og æventyr soleiðis um Giljabóndan:

Tað var ikki eiti, tað ið hann átti - nær um hálva Suðuroynna og har afturat Lítlu Dímun. Markið gekk úr Dalsá og í Ánna Miklu í Fámjin (Dalsá gongur vestur ígjøgnum Øravíkarlíð úr Valdaskarði). Inni á Byrgi norðan fyri Øravík hevði hann oksar gangandi.

...

Giljabóndin átti eisini oynna Lítlu Dímun. Har legði hann seg eitt heystið við húskøllum sínum. Vargur var í seyðinum, so teir fingu ikki søkt. Teir krokaðu niðri á Nesi, har sum tøka var (eitt heldi til at fáa seyðin inn í), og høvdu rekkjuváðir til at sveipa um seg í rokkavanum. Tað lukkaðist giljabóndanum at taka so mikið, at hann kundi sleppa brundlomb upp. Hann hevði gjørt av við hvalbingar, at teir skuldu koma eftir honum, tá ið teir fingu tekn. Í Støddarnevi (móti Hvalba) bant hann ein brund og slepti útav. Brundurin rak inn á Hvalbiarfjørð upp á Hústoftamøl í Nesi. Landsynningur var ættin, og streymurin stoytti beint á har. Hetta var teknið, og hvalbingar mannaðu tí bát eftir giljabóndanum.

Ì dag hevði hetta verið ordnað við einum RIP báti, eini fartelefonum ella  umvegis internetið.

Giljabóndin hevði ein kendan húskall, sum nevndist Snoprikkur. Hann fær ikki góð skoðsmál fra dr. Jacobsen, sum kallar hann fyri:

eitt illryski og ein margskálkur. Hann gjørdi altíð tað, sum ilt var. Argur var hann at píska (smástjala), og verður enn tikið til: “Alt ger mun, segði Snopprikkur.”

Eitt summarið í dráttartíð komu hovbingar í oynna Lítlu Dímun. Tá var giljabóndin til fugla í oynni. Meðan teir vóru og drógu lunda, sníkti Snopprikkur seg burtur undir oynna, har sum báturin lá (eysturi á oyggj innan fyri Tangannagjógv), boraði hol á í fleiri støðum og klíndi mold aftur í holini. Tá ið hovbingar vóru lidnir at draga, fóru teir aftur í bátin, men tá ið teir vóru komnir nakað út suður frá oynni, flotnaði moldin burturúr. Teir tóku at oysa, men einki batti: Báturin sakk, og allir menninir doyðu.

Tá fór Lítla Dímun undir kong.

Lítla Dímun bleiv kongsjørð og bleiv fest av fólki, serliga úr Hvalba, Øravík, Hovi og Froðba.

Eftir hondini eru tað fyri tað mesta Hvalbingar sum festa oynna, tó eru eisini festarar út Trongisvági og Øravík.

Við ongari telefon og ongum regluligum vegasamgandi hevur tað eisini tá á døgum verið ógvuliga torført at fáa góðan felagsskap millum ymiskar bygdir um seyðarakstur og fuglaveiðu. Tað endaði við regulerum ósemjum millum bygdirnar.

Í 1816 senda Hvalbingar skriv til Amtmannin um at arbeiða fyri, at Oyggin bert verður røkt av einari bygd. Løbner amtmaður viðmælti umsóknini, men Rentukamarið segði nei.

Fólk hevur ongantíð búð í Litlu Dímun.

Men vit vita, at í 1830 fær amtið umsókn frá fólki, sum ætla sær at seta búgv í Oynni. Tað koma tvær umsóknir.

Tá so er, so skal almenna umsitingin í gongd. Amtmaðurin setti eisini eitt stórt apparat í gongd.

Umstøðurnar í Oynni máttu kannast. Skuldi tað almenna geva byggiloyvi í oynni, mátti oyggjin hava teir hentleikar (m.a. drekkivatn), sum hoyra til slíkt loyvi.

Pløyen amtmaður skipaði fyri einum kanningartúri út í Oynna. Hann fekk nakrar kunnugar Hvalbingar og eisini sýslumannin við sær í oynna. Kanningarferðin varð gjørd ein góðan summardag í juli í 1841.

Við sær hevði Pløyen ein fulttrúa og harafturat bæði fúta og tveir politistar. Teir høvdu eisini bjóða W U Hammersheimb við í ferðalagið. Hann var sonur seinasta løgmann á Steig í Sandavági.

Tað vóru ikki allir í ferðalagnum, sum tordu upp á oynna. Fútin og Hammershnb blivu verandi í bátinum.

Men Pløyen helt seg ikki aftur. Hann kom upp á oynna og gjørdi sínar kanninar.

Hvalbingar høvdu bundið ein enda um miðjuna á donsku embætismonnunum. Hvalbingar vildu sanniliga ikki hava ábyrgdina av, um øll yvirvøldin í Føroyum legði beinini á hesi kanningarferð úti í Lítlu Dímun.

Fútin og Hammersheimb tordu kanska ikki upp á Oynna, tí Heimbershamb skrivar í ferðafrásøgn frá túrinum, at hann og Fútin vóru eftir í bátinum. Teir lógu og damlaðu kring oynna, meðan Pløyen gjørdi sínar kanningar lidnar. Teir silgdu ikki minni enn tríggjar ferðir kring oynna, áðrenn Pløyen við fylgi kom aftur av oynni í øllum góðum.

Úrslitið av hesi kanning var, at tað ikki var ráðiligt at loyva fólki at búgva í oynni.

So umsóknirnar um at festa búgv í oynni vóru ikki gingnar á møti.

Nøkur fá ár eftir, at amtmaðurin hevði sýtt fyri byggiloyvi í Oynni, fekk amtmaðurin eina nýggja umsókn. Tann 10. juli 1849 søkti Johan Mortensen, ættaður út Øravík, beinleiðis til kong um at hann vildi keypa oynna.

Johan Mortensen bjóðaði 1.800 ríkisdálar kontant fyri oynna.

Jóhan skrivar í umsóknini, at tað eru ov nógvir eigarar úr ov nógvum bygdum sum eiga oynna. Øll hesi fólkini kunnu ikki semjast um at stjórna Oynni á ein fyri eigararnar nøktandi hátt.

Johan Mortensen vil tí hava skil á.

Hann søkti tí kong um at keypa oynna, ella at fáa hana til leigu. Hann beyð sær at rinda antin 1800 ríkisdálar vegna keyp ella 40 ríkisdálar í leigu um árið.

Dahlerup var tá blivin amtmaður eftir Pløyen.

Hann skrivar innstilling til kong, og mælir til, at Jóhan Mortensen kann fáa oynna til keyps fyri nevnda keypspening..

Hóast ongar reglur tá vóru um alment innlit frættust tíðindini, at Jóhan Mortensen ætlaði at keypa oynna skjótt millum bygdanna. Hetta frættist eisini í Hvalba. Hvalbingar hvukku við. Tað bar sanniliga ikki til, at Ørvingar fóru avstað við oynni.

Hvalbingar tóku seg saman og valdu ein umboðsmann, nevndur Mikkjal Lítli, sum bleiv sendur til Havnar at tosa við Amtmannin.

Klári boðskapurin hjá Mikkjali Litla til amtmannin var, at skuldi oyggin seljast, so áttu Hvalbingar eisini at fáa møguleika at keypa.

Áheitanin frá Hvalbingum fekk amtmannin aftur í blekkhúsið. Hann sendi nýtt tilmæli sum var, at kongur helst fekk rætta prísin fyri oynna, um oyggin bleiv seld á almennum uppboði.

Í svarbrævi frá 29. juni 1850 gevur kongur boð um, at oyggin við øllum tí, sum hon ber, skuldi seljast honum, sum hevði hægsta boðið.

Almenna uppboðssølan av kongsins ogn varð sett at vera tann 24 august 1850, kl. 09 í bóndahúsunum í Búð í Skálum í Hvalba, sum tá á døgum var vanliga tingstaðið í Suðuroy.

Hvalbingar settu alt inn fyri at savna pening í allari bygdini til endamálið, og tað var eisini í ólukkumát nógvur peningur, teir savnaðu saman.

Uppboðssølan bleiv eisini sera spennandi. Helst mest spennandi uppboðssøla, sum nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum.

Jóhan Mortensen legði hart út. Hann bjóðaði beinanvegin, men hvørja ferð Jóhan Mortensen legði eitt hægri boð inn uppá 100 ríkisdálar, løgdu hvalbingar 10 dálar omaná.

Tað var Mikkjal Lítli, sum bjóðaði. Sagt verður, at tá Mikkjal fekk hamarslag – tvs átti síðsta boðið – skuldi hann trýsta topphúgvuna niður um oyrini og siga:

“Hundur er ikki vreiður við bein sítt”. Gamli Poul við Neyst, sum eisini var ein av keyparunum, skal hava sagt við Johan Mortensen, tá Hvalbingar høvdu keypt:

“Okur kundi farið hægri enn. Ikki hava okur tjent pengarnar fram á diskin við flipp undir oyruni og penni í hond, men við karðarnar.”

Ein onnur frásøgn er, at Mikkjal - meðan uppboðssølan fór fram - skuldi venda sær til hinar hvalbingarnar, sum sótu aftanfyri hann fyri at spyrja hvussu høgt hann skuldi fara,

Tá bleiv svarað: “Okur gevast ikki so, hettar eru lummapengar.”

Dánjal í Giljum skal hava sagt: “Bjóðið bara, nakað mann vera eftir í vøttunum enn.”

Poul við Neyst skal eisini hava sagt “Nakrir dálar munnu sløðast eftir á kistubotni við Neyst.”

Hvalbingar høvdu, tá avtornaði, hægsta boðið – teir bjóðaðu og fingu oynna fyri heilar 4.820 ríkisdálar. 

Tá segði Johan Mortensen: “Hav hana tá.”

Tá Mortensen gavst at bjóða, skal Mikkjal Lítli hava sagt:

“Øvigur mátti jallurin leypa aftur á Jarnbard Breiða.”

Tá uppboðssølan var liðug, slógu Hvalbingar ring. Teir kvóðu hetta ørindi úr Orminum Langa:

Hart stóð stríð á miðjum skipi
Vil eg frá tí greiða

Øvigur mátti jallurin leypa
Aftur á Jarnbard Breiða

Annars skal sigast, at Johan Mortensen var ein múgvandi og megnar maður. Tað var hann, sum legði lunnar undir Mortensens Handil  á Tvøroyri.

Tað var ein ómetaliga stór upphædd, sum Hvalbingar rindaðu fyri oynna henda dagin í 1850.

Í okkara peningi svarar hægsta boð upp á Lítlu Dímun til fleiri milliónir krónur. Keypspeningurin hevur í hvussu so er svara til keypspeningin fyri ein stóran harragarð í Danmark tá á døgum.

Hetta vísir eisini, hvussu ómetaliga stóran týdning føroyska jørðin, seyðurin og landbúnaðurin tá høvdu fyri Føroyar og føroyingar.

Sølan av oynni eydnaðist væl.

Oyggin bleiv lutað út á gott og væl 30 eigarar. Jóhannes Andreas Næs sigur, at ognarlutirnir í stóran mun enn tann dagin í dag liggja í somu slekt, sum tá oyggin bleiv keypt í 1850.

Vit síggja, at Hvalbingar hava verið sera glaðir fyri sín ognarlut. Hartil hava teir eisini verið góðir við oynna. Hvalbingar siga, at oyggin skal ikki av aftur bygdini.

Inntøkurnar hjá fiskimonnum vóru sera høgar undir 2. heimsbardaga. Íløguhugurin millum manna var stórur. Onkur av hesum hevði tá lyndi til at bjóða stórar upphæddir fyri jørð í Føroyum.

Soleiðis var eitt skifti eisini við Lítilu Dímum. Hvalbingar fingu nógv lokkandi tilboð og vóru kanska freistaðir til at selja.

Eigararnir tóku seg tá saman og gjørdu ein samognarsáttmála. Í hesum sáttmála bleiv sagt, at dentur skal leggjast á, at eigarar í Lítlu Dímun skulu vera búgvandi í Hvalba ella Sandvík.

Søgan um Lítla Dímun er søgan um eitt bygdafólk sum við stoltleika setur sítt heim, sína bygd og sítt upphav í hásæti. Søgan um oynna er eisini eitt dømi um hvat sannur felagsskapur, samstarv og treysti kann føra til.

Lat meg enda við orðunum hjá Rasmus Effersøe:

Fuglar, sum við fjallatindar byggja,
hvønn ein vetur fara yvir sjógv;
hvørt eitt vár teir munnu aftur hyggja
til tað reiður, sum teir elska nógv.

Dimmið finnur fugl á síni hillu,
tó hann víða fer um sund og fjørð;
okkum lærir jú tann fuglur villi:
heimið er tað besta stað á jørð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo