Abbadóttirin hjá skiparanum á Tusk ætlar at skriva til Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) um minniligu ferðina hjá bátinum Tusk til Helsinki í 1952, har føroyska flaggið endaði við at verða vundið á stong.
Carl Johan Bech, djóralækni, meira at kalla sníkti seg avstað saman við tveimum øðrum. Tað er abbadóttirin Súsanna í Búðini, sum hevur greitt frá um ferðina í sendingini við Tóri á Túri, og miðilin Inside the Games skrivar nú um hugtakandi søguna, sum átti at verið umtalað og sýnd fram á olympiska savninum í Lausanne.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo