- Haldi - í verandi støðu - at Dagur og vika skuldi bíða ein dag, so Heðin Mortensen slapp at úttala seg í sama innslagi.
- So hevði verið lættari at uppbygt álitið aftur á Kringvarp Føroya.
Tað skrivar Øssur Winthereig millum annað á síni bloggu í viðmerking til sendingina sum var í Sjónvarpinum í gjárkvøldið um trupulleikar hjá Landssjúkrahúsinum, tí sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, verða liggjandi á sjúkrahúsinum, tí einki umlættingartilboð er til teirra.
- Ríkasta kommunan í landinum, høvuðsstaðarkommuan, er tann, sum tyngir Landssjúkrahúsið mest, var boðskapurin í sendingini hjá Kringvarpinum.
Sjónvarpið segði eisini at Heðin Mortensen, borgarstjóri, kannar nøkur tøl í málinum, og tí bar ikki til hjá Sjónvarpinum at gera samrøðu við hann í dag, og til tað sigur Øssur Winthereig, at so nógv hastaði hatta innslagið ikki, at ikki kundi bíðast eftir borgarstjóranum.
- Tá Kringvarpið enn einaferð er vorðin ein mótpartur - hesu ferð mótpartur hjá Heðini Mortensen - so haldi eg, at tey skuldu tryggjað sær, at Heðin úttalaði seg, skrivar Øssur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo