Vit fáa meira brasilskan fótbólt undir HM og meira Neymar, sum í kvøld vunnu ein tryggan 2-0 sigur á Serbia.
Bæði Brasil og Sveis fingu 7 stig og verða sostatt tey bæði liðini sum koma víðari.
Komandi dysturin hjá Brasil verður móti Meksiko, har Brasil ikki hevur klárað seg nakað serligt ímóti seinastu 14 dystirnar. Av teimum hevur Brasil bert vunnið 4.
Undir HM er tað eingin leikari sum kemur Neymar nær, tað vísti hann í dystinum í kvøld.
Koamndi dysturin hjá Sveis í áttandapartsfinaluni verður móti Svøríki.
Dysturin millum Sveis og Kosta Rika endaði 2-2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo