Klokkan eitt í nátt skal klokkan flytast so hon verður tvey, tí tá byrjar summartíðin. Vit missa við øðrum orðum ein tíma. Afturfyri fáa vit gagnnýtt dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki, sigur wikipedia.
Benjamin Franklin skeyt av fyrstan tíð - og kanska hálvavegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í 1784. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í Eysturríki og Týsklandi undir fyrra heimsbardaga - 30. apríl 1916 - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum Danmark, fóru yvir til summartíð 21. mai sama árið.
Seinasta sunnudag í oktobur verður klokkan flutt hinvegin aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo