SSF: Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2021 verður fyriskipað leygardag og sunnudag.
Tær báðar sum luttaka fyri Føroyar, eru Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag, og afturat teimum eru so nýggi landsliðsvenjarin Kristian Martin Joensen, umframt ferðaleiðarar Astrid Joensen og Danny Osberg Højsted.
Jóhanna og Lea luttaka í hesum kappingum:
- K7 – 200 bringa gentur – Lea nr 14 av 16
- K11 – 400 blandað gentur – Jóhanna nr 12 av 16
- K15 – 100 rygg gentur – Jóhanna Nr 14 og Lea nr 15 av 16
- K17 – 50 frí gentur – Jóhanna nr 18 og Lea nr 19 av 19
- K23 – 400 frí gentur – Jóhanna nr 14 av 16
- K25 – 200 rygg gentur – Jóhanna nr 12 av 14
- K27 – 100 bringa gentur – Lea nr 12 av 17
- K29 – 200 blandað gentur – Jóhanna nr 17 av 18
Sí startlistarnar her, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast.
Litava er nú grønt ferðaøki sambært donsku ferðaleiðbeiningunum, sum millum annað merkir at har eru linari krøv til koronatest ísv ferð millum londini bæði, og at har eru linari krøv til eisini at skula ganga í masku osfr.
Men, norðurlondini hava avtalað sínamillum, at hildið verður fast um strangari koronareglur, so at til dømis øll eru testað sum møta á stevnuni, og at tiltakið annars verður skipað sum í ‘boblu’, við krøvum um at ganga í masku o.t.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo