Fyri fjórðu ferð á rað vann hvíta talvfólkið í HM dystinum í Kasakstan.
Í dag leikti russarin Ian Nepo við hvíta fólkinum og aftaná 37 leikir legði Ding Liren kongin.
Bert tvey av sjey talvum eru endað við remi og tað er heilt óvanligt í HM høpi.
Í 2018 endaðu øll 12 talvini javnt í Carlsen-Caruana dystinum.
Í umdystinum tá, vann Carlsen í skundtelving.
Nepo og Liren skulu telva upp til 14 talv í hesi HM kappingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo