Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin og JFK hevur havt fleiri folk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis Fish&Chips í heimsklassa.
Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at aftur í ár er útvega onkur nýggj maskina, soleiðis at tað fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki.
Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish&Chips kokkar úr Onglandi, sum vitja í Klaksvík á Sjómannadegnum.
Fyri 6. ferð er Craig Lewis við á Sjómannadegnum, og hann sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur saknað henda árliga túrin til Føroyar og Klaksvíkar, nú Sjómannadagurin hevur verið avlýstur, men hann er tilreiðar at borðreiða við upp ímóti 10.000 porsjónum til vitjandi leygardagin.
Um Cavin Lewis kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Fish&Chips-shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Cavin Lewis, sum tíanverri ikki kundi koma til Klaksvíkar í ár. Craig býr og arbeiðir í London.
Men í ár er eisini ein nýggjur kokkur við í Klaksvík, Charlie Collins. Hesin vann í 2020 Drywite Young Fish Frier of the Year Competition, sum var hildin í sambandi við National Fish&Chip Awards í 2020. Charlie Collins er 26 ár, og býr í Leicester, har hann hevur tvær Fish&Chips shoppir.
Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13,00 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á til ikki fleiri fólk eru á økinum.
Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latnar til sjúkrahúsið, røktarheim og onnur heim í Klaksvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo