Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skjótt nærkast dagurin, tá Jesus skal koma aftur! Kanska tú, ið lesur hesa grein, hevur hoyrt hetta mangar ferðir. Nógvir spottarar hava verið ígjøgnum tíðirnar, og hava hildið hánt um hetta fyri okkum so dýrabara, hetta, at Jesus skal koma aftur. Hetta, at Jesus kemur, og skal burturrykkja samkomu Sína, verður ein undurfull løta fyri tey, ið eru tilreiðar, og sum bíða eftir sínum brúðgómi og Harra. Fyri tey, ið ikki verða við í hesi burturrykking, skal koma trongd og angist.

Eftir at Jesus hevur verið eftir samkomuni, skal heimurin verða kastaður út í størstu neyð, ið heimurin nakrantíð hevur upplivað. Í Gamla Testamenti gongur hesin dagur – henda tíð – undir heitinum : “Dagur Harrans” , og vísir til tann dagin, Jesus skal stíga niður á Oljufjallið, og til eina sjeyára-trongdartíð, ið liggur fyri framman!

Einasti háttur at koma undan hesum degi Harrans, hesi trongdartíð, er at taka við evangeliinum, og koma inn í tann útvalda skaran. Tað eru tey, ið hava hoyrt kallið frá evangeliinum, og sum av sonnum hjarta venda við til Harran Jesus. Við trúnni fylgir lýdni, og at gera eftir orðum Jesusar er altavgerandi fyri tann, ið vil vinna Himmalin ein dag.

Tí sigur Guds Orð: “Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur” Mark.16.16

Tí sigur Pætur hesi frelsandi orðini: “ Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans” Ápost.2.38

Nógv menniskju hava ógvuliga trupult við læru Jesusar, og tað, ið ápostlarnir lærdu. Mong trúgvandi vilja ikki hoyra um lýdni fyri orði Harrans, og mong menniskju vilja ikki lata seg doypa í navni Jesu Krists, sum Pætur rópti út á pinsadegi!

Mong vilja ikki geva náðigávunum sítt rætta pláss, og halda fast við falslæruna um, at náðigávurnar doyðu út við ápostlunum. Og mong menniskju vilja ikki av heilum hjarta venda við til Harran, og koma inn í ta lívið, Hann ætlaði tey til. Ta einasta, ið kann bjarga eini sál undan degi Harrans, er at fáa náði at hoyra evangeliið, og sum Paulus sigur:

“Men skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan. Til hetta kallaði Hann tykkum við evangelii okkara, fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists. Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi!

Og Hann sjálvur, Harri okkara Jesus Kristus, og Gud, Faðir okkara, sum elskaði okkum og í náði gav okkum æviga troyst og góða vón, Hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í øllum góðum verki og allari góðari talu!” 2.Tess.2.13-17

Undurfull orð, og undurfull lyfti. Harrin kennir Síni!

Aage Samuelsen sigur í einum av sangum sínum: I den sene midsnattstid- kjemper bruden troens strid. Dag for dag av hjertet venter Frelseren”

Og tað er trúarinnar stríð, ið umræður, nú stundin til komu Jesusar, Hansara nærvera,parousia, nærkast!

Nógvastaðni merkist, at stríðsandin er farin, og mong trúgvandi geva upp í andsstríðnum fyri evangeliið. Nógv ynskja frið við øll, virðing frá øllum, og hetta at verða góðtikin av kristnini! Tó, so hevur Guds frælsa fólk, altíð staðið uttanfyri tilhaldið! Utenfor leiren må, hele brudeskaren stå!

Hetta kallið um at fara út um tilhaldið, eru tað ógvuliga fá, ið vilja geva gætur. Tað ljóðar skeivt og fanatiskt at skilja seg út, bara ta allarminsta! Økumeniski boðskapurin er, at allar samkomur  eru Kristi likam, óansæð, hvat lært verður annars, og tí eiga øll at samlast undir einleikans flaggi, hóast ymiskleikan. Hesin boðskapur køvir sanna evangeliið, og kemur í endatíðini at leiða skarar innaftur í religiøsa myrkrið. Kallið frá evangeliinum ljóðar: “ Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: “ Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!” Op.18.4

Einaferð hoyrdi eg, at ein kendur prædikumaður í Føroyum fyri mongum árum síðani skal hava sagt, at tað var eitt greitt tekin uppá endatíðarinnar fráfall, at samkomurnar allar funnu saman.

Tað er nakað um tað!

Guds Orð kallar tey trúgvandi til hetta, at fara út um tilhaldið: “Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara!- Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi” Hebr.13.13-14

Kallið frá evangeliinum leiðir menniskju frá myrkrinum, inn í undurfulla ljós Guds. Við trúnni kemur lýdni, og tað, at vilja fylgja  lambinum eftir, hvar tað so fer!

Evangeliið er Guds kraft til frelsu, og loysir frá øllum religiøsum maktum, har sum kraft Guds kemur til. Kraftin frá evangeliinum er tann kraftin, ið menniskju fáa at siga farvæl við alla falslæru um frelsu, og um Føroyaland eina ferð enn fær náði at uppliva kraftarevangeliið, koma mong menniskju at siga farvæl við barnadóp og onnur menniskjaboð. Samstundis fara hesi at siga ja til dóp í navni Jesu Krists og ja til náðigávurnar, og koma at prísa Gudi í loystum tungum á Ovara Sali. Hallelujah!

Alt hetta undurfulla, Skriftin hevur at bjóða, er vegna Jesu deyða og uppreisn, Golgatasigurin opnaði vegin inn til ríkdómar Guds, og tann, ið er reinsaður í blóði Jesusar, er av sonnum fríur!

Til tín, ið lesur hesa grein. Tak við evangeliinum, og tú skalt kenna Guds kraft til frelsu. Trúgvin leiðir til lýdni fyri Orðinum, og tá tú trýrt og fylgir Jesusi eftir, skalt tú eisni fáa náði at møta Jesusi í skýnum ein dag, tá skýggini bresta!

Eg skal enda við einum versi úr einum gomlum sangi:

“Men ei nakar kann fá Harrans ásjón at sjá – Uttan bert gjøgnum lýdni og trú; Hann, ið trýr, Gud er til, hann, ið ger, hvat Gud vil – Bert hjá honum vil Gud festa bú.

Niðurlag: “Lýða vár Gud, hava trúgv til vár Gud – Tað er leiðin til lukku: Lýða, trúgva á Gud.”
Ger teg tilreiðar at møta Jesusi í skýnum!

“Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana,ta!” 1.kor.16.22

Hardi Zacharias Bech

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo