SSL: Undantaksloyvið til fulla sigling við ferðafólki og akførum, ið Strandferðslan hevur frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli, verður nú broytt, so at øll akfør longri enn 7 metrar, ið ferðast við Smyrli á Suðuroyarleiðini, skulu hava undantaksloyvi til hesa ferðing frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli.
Undantikin hesa áseting eru sjúkrabilar og neyðsynjarakfør.
Broytingin fær gildi nú á midnátt, kl 00:00, mikudagin 29. mai, sigur Strandferðslan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo