Tveir mans, sum komu við skjóttgangandi báti úr Føroyum til Íslands, vórðu hildnir aftur av íslendkum myndugleikum, tí illgruni var um, at teir smuglaðu rúsevni.
Tað hava fleiri íslendskir miðlar skrivað.
Báturin, sum hevur svenskt flagg, og hevur ligið í Vestmanna í nakrar dagar, kom til Höfn í Hornafirði, og politi og tollvald fóru umborð, tí illgruni var um smugling.
Men Iceland Review skrivar nú, við Vísir sum keldu, at ongi rúsevni vórðu funnin, og menninir eru leyslætnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo