Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

SMS: 45 ár eru liðin, síðan handilsmiðstøðin SMS læt upp á Trapputrøðni í Havn. Tað fer samtakið sjálvandi at hátíðarhalda í eina heila viku við góðum tilboðum og tiltøkum.

Hátíðarhaldið byrjar leygardagin 29. oktobur og eina viku fram, til leygardagin 5. novembur. Men sjálvur føðingardagurin byrjar longu mikudagin 26. novembur við teimum mongu, spennandi tilboðunum.

Tilboðini í handlunum eru at síggja í SMS-blaðnum ið júst er komi í øll húski í Føroyum.

Tiltøkini við undirhaldi og leiki byrja leygardagin 29. oktobur, tá ið SMS bjóðar kakao og bollar á Torginum klokkan 13, og Dánjal og Búi koma við síni stórfingnu Ævintýrferð vitja klokkan 14.

Mikudagin 2. novembur er sjálvur føðingardagurin hjá SMS millum klokkan 15 og 17. Tá bjóðar SMS lagkøku og kaffi á Torginum, til einki er eftir. Ella við øðrum orðum, til alt er uppi. Spælimenninir í Nólsoy eru á Torginum og spæla, og til børnini eru andlitsmáling og ballónir.

Leygardagin 5. novembur frá klokkan 9 til 11 er morgunmatur í Horninum, og har er borðhald, til alt er uppi. Klokkan 14 henda sama dag eru Trøllapætur, Omman og Ommudidd og vitja.

SMS skipar eisini fyri føðingardagsveiðu hvønn gerandisdag hesa veitsluvikuna frá klokkan 10 til 16. Haraftrat er áhugaverd framsýning alla vikuna á niðastu hædd og á Torginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo