Bakkafrost miðar ímóti at minka vakstrartíðina hjá alifiskinum í Skotlandi við eini helvt, so hon verður 10-12 mánaðir, og tað skal gerast við at seta størri smolt út.
- Tað verður ein "game changer" segði Regin Jacobsen, stjóri, tá hann legði Healthy Living 2021, frágreiðingina um burðardygd, fram fyri íleggjarum og fjølmiðlafólki.
Regin Jacobsen segði millum annað, at hóast avbjóðingar, so eru royndirnar í Føroyum góðar, har smoltini í fjør fóru úr eini miðalvekt uppá 274 gram til 382 gram. Hann legði afturat, at veitingartrupulleikarnir eisini hava rakt Bakkafrost, har eitt nú avlúsingarskipið Martin ikki fekk arbeitt til fulnar, vegna seinkingar av veiting av útgerð sum skuldu setast í skipið.
- Kapasiteturin til avlúsing við feskum vatni verður munandi øktur í summar, tá tvey nýggj avlúsingarskip koma í flotan. Tá vera tvey skip við støð í Skotlandi og eitt í Føroyum, segði Regin Jacobsen sambært Fishfarmermagazine.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo