Tað er lýst undantaksstøða í Tokyo, men strongu koronakrøvini megna ikki at bremsa smittuútbreiðsluni.
Í dag er sett nýtt smittumet í stórbýnum, skrivar VG.
Myndugleikarnir í Tokyo siga at 2848 persónar eru smittaðir seinasta døgnið.
Tað skrivar Japan Times.
Hetta er hægsta tal av smittaðum í eitt døgn síðani alheimsfarsóttin byrjaði í japanska høvuðsstaðnum. Metið undan var 2520 smitta frá 7. januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo