Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Fundur fyri foreldrum í Kaldbak og øðrum áhugaðum í bygdini verður í Kaldbaks skúla mánadagin 1. apríl kl. 17.30.

Fundur fyri foreldrum í Nólsoy og øðrum áhugaðum í bygdini verður í Nólsoyar skúla týsdagin 2. apríl kl. 17.30.

Fundur fyri foreldrum í Velbastaðar skúla og øðrum áhugaðum Kirkjubø og Velbastað verður í Velbastaðar skúla hósdagin 4. apríl kl. 17.30.

Frágreiðing um ætlanina
Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur tann 13. februar 2019 samtykt, at farast skal undir eina hoyringartilgongd um at leggja teir smáu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu saman við størri skúla, men samstundis varðveita skúlan og undirvísingina á staðnum.

Teir smáu skúlarnir eru Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli og Nólsoyar skúli. Hesir skúlar hava næmingar úr fyrsta til sjeynda flokk, umframt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy. Næmingatalið í smáu skúlunum skúlaárið 2018/2019 er ávikavist 43, 23 og 10.

Skúlin og undirvísingin verða framhaldandi í hesum bygdunum, og næmingar fara framhaldandi at ganga har. Broytingin er í høvuðsheitum tann, at skúlarnir verða lagdir saman við størri skúla í Tórshavnar kommunu, men leiðsluábyrgdarpersónur verður framvegis í einstaka bygdarskúlanum.

Í hesi ætlan er lagt upp til, at Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli, Nólsoyar skúli og størri skúli í Tórshavnar kommunu verða roknaðir sum ein skúli, men við undirvísingarhølum í fleiri skúlabygningum. Ætlanin er, at skúlarnir í bygdunum varðveita síni verandi nøvn.

Ein fortreyt fyri hesi møguligu samanlegging er, at Undirvísingarstýrið framhaldandi játtar skúlanum læraratímar til skúlaeindirnar í bygdunum fyri seg.

Fyrimunir við tílíkari samanlegging eru m.a., at tað ber betur til at tryggja fakliga breidd í lítla skúlanum, at leiðslan verður styrkt sum partur av einum felags leiðslutoymi, at lærarar kunnu vera við í faktoymi, at betur ber til at nýta fakhøli í skúlanum, at næmingarnir hava størri samband við skúlan og lærararnar, har teir fara í hádeild, at byggja brúgv millum árgangirnar, at møguleiki er hjá næmingi/næmingum í stóra skúlanum at ganga í eini minni eind eina tíð og fjølbroyttari undirvísingarmøguleikar.

Komandi vikurnar verða kunningarfundir um ætlanina fyri starvsfólkum, skúlastýrum, foreldrum og bygdafólkunum. Samstundis verður sambært fólkaskúlalógini § 52 stk. 4 settur ein arbeiðsbólkur umboðandi øll skúlastýrini í kommununi at viðgera ætlanina, at leggja smáu skúlarnar saman við størri skúla og gera tilmæli um málið, ið síðani verður viðgjørt av umsitingini.

Umsitingin ger síðani tilmæli til mentamálanevndina, fíggjarnevndina og býráðið. Um býráðið samtykkir ætlanina, verður umsókn send Mentamálaráðnum um góðkenning sbrt. fólkaskúlalógini § 57, stk. 5. Eru spurningar um málið, ber til at venda sær til Katrin Ellingsgaard, málsviðgera í skúlamálum, katrinell@torshavn.fo ella tel. 30 21 97 og Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, sigurd@torshavn.fo ella tel. 21 39 23.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo